top of page
  • Sjúrður

Ársins leikarar 2023

Nú mong fólk eru komin við sínum boðum um hvørji hava verið ársins bestu leikarar hetta kappingarárið, er lagamanni at Hondbóltsamband Føroya hevði boðið til tiltakið Ársins leikari í kvøld.


Vit góvu okkara boð upp á ársins lið í ÁRSINS PODDI (trýst fyri at lurta)


Til hesar meira almennu heiðrarnar er farið meira demokratiskt til verka;

Tað eru nevnliga venjarar, liðskiparar og umboð fyri fjølmiðlarnar, ið hava atkvøtt fyri hesum heiðrum:


Ársins toppskjúttar í landskappingunum:


Kvinnur: Turið Arge Samuelsen (279mál)


Tað er ongantíð spenningur um hvør verður kosin ársins toppskjútti. Men ein stórur heiður er tað. Kanska serliga í ár, har Turið Arge so ruddiliga gjørdist toppskjútti í SMS-deildini

Menn: Rói Ellefsen á Skipagøtu (143 mál)


Rói Ellefsen á Skipagøtu fekk fleiri heiðrar í kvøld

Ársins dómarar:

Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen



Ársins málverjar:


Kvinnur: Jovana Stranjanac

Menn: Mladen Mjerimacka


Mladen (34,1%) og Jovana (35,8%) vóru eisini málverjarnir við bestu bjargingarprosentum (sambært handballstatz.com)

Ársins verjuleikarar:

Kvinnur: Brynja Symphor Høj

Menn: Peter Krogh (Niklas H. Hanusarson tók ímóti heiðrinum fyri Peter Krogh)


Niklas Hanusarson tók ímóti heiðursskalinum fyri Peter Krogh. Teir báðir mannaðu eisini eina øgiliga H71-miðverju. Brynja Høj hevur verið ímyndin av Neista-verjuni aftur í ár


Ársins álopsleikarar:


Kvinnur: Turið Arge Samuelsen

Menn: Rói Ellefsen á Skipagøtu


Ársins toppskjúttar gjørdust eisini ársins áleyparar

Ársins Stjørnuskot:


Kvinnur: Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe

Menn: Isak Vedelsbøl


Isak Vedelsbøl var eisini millum tey fremstu í atkvøðugreiðsluni um ársins leikara og ársins verjuleikara. Bæði hann og Anna Elisabeth H. Weyhe komu eisini á ársins lið

Ársins venjarar:


Kvinnur: Simon Olsen

Menn: Simon Olsen

(Djóni Gaard Joensen tók ímóti heiðrinum fyri Simon Olsen)

Djóni Gaard Joensen, sum her tekur í móti heiðrinum fyri venjarafelagan Simon Olsen, sum altso er ársins venjari hjá bæði monnum og kvinnum. Simon Olsen og Djóni Gaard Joensen byrjaðu við at bert venja menninar, hjá H71 - men tóku so eisini við kvinnuliðnum miðskeiðis í kappingarárinum

Ársins leikarar:


Kvinnur: Jana Mittún

Menn: Rói Ellefsen á Skipagøtu



Ársins lið hjá kvinnum 2023:

Jovana Stranjanac

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe

Turið Arge Samuelsen

Jana Mittún

Maria Pálsdóttir Nólsoy

Bjarta Osberg Johansen

Jancy Jógvansdóttir Poulsen, fyrr Jacobsen (Annika M. Arge tók ímóti heiðrinum fyri Jancy J. Poulsen)



Ársins lið hjá monnum 2023:

Mladen Mjerimacka

Sjúrður Olsen

Bjarni í Selvindi

Rói Ellefsen á Skipagøtu

Isak Vedelsbøl

Peter Krogh

Bogi Hansen



Við hesum ynskir Trok øllum ársins leikarum hjartaliga til lukku við heiðrunum, og samstundis takka vit fyri áhugan í heimligu deildunum. Um tú vilt endurhoyra okkara boð uppá ársins leikarar, kanst tú hoyra poddin ið vit tóku upp saman Juliani J. Kragesteen her.











Comentarios


bottom of page