top of page
  • Sjúrður

Átrokandi EM-dreymar: - Tú kemur ongan veg í hondbólti við at vera varin

Updated: May 9, 2023

Sunnudagin klokkan 17.00 spælir føroyska manslandsliðið seinasta dystin í undankappingini til EM 2024.

Fær Føroyar stig ímóti Rumenia, so eydnast tað at spæla Føroyar til fyrsta vaksnamanna-endaspæl í søguni. Og hópurin smakkar ófatuliga møguleikanum, og lýsir spenningin í okkara poddvarpið, ið kann hoyrast á spælaranum her á síðuni, ella við at leita eftir trok.fo, har tú lurtar eftir podvarpið.


Mynd: Harald Bjørgvin - Spenningurin er ovurstórur, tá ið Trok.fo loddar dýpið í landsliðsleguni - lurtað á spælaranum niðanfyri





- Fyrst og fremst vita vit um vit kunnu vinna dystin í morgin og soleiðis spæla okkum víðari. - Kunnu vit ikki tað, so skulu vit vita um vit klára javnleik - Og kunnu vit heldur ikki tað, so skulu vit syrgja fyri at ikki tapa so stórt. Tí tá hava vit framvegis møguleikan. (...) - Og tað haldi eg, at allir eru við uppá. Tú kemur ongan veg í hondbólti við at vera varin. Vit fara ikki at draga leikferðina úr dystinum. Vit noyðast at spæla okkara spæl og vita um vit klára at vinna dystin

- Peter Bredsdorff Larsen, landsliðsvenjarin, áðrenn seinasta undankappingardystin til EM 2024





- Hetta er øgiliga stórt fyri okkum allar. Hetta er ein kempi uppgáva fyri framman, og vit fara at gera alt fyri at vinna og fáa stig so at vit eru tryggjaðir. Tað er tað vit fara eftir hundrað prosent.

- Tróndur Mikkelsen, landsliðsleikari, áðrenn seinasta undankappingardystin til EM 2024


- Tað var ein øgiliga øgiliga stuttligur dystur at spæla [seinast ímóti Eysturríki]. Fyrsti heimadysturin hjá mær. Vit spældu ein øgiliga góðan dyst. Tað var ikki nokk hasuferð, men eg haldi at tað vísir, at vit veruliga kunnu spæla upp ímóti teimum um vit raka tann dagin.

- Óli Mittún, landsliðsleikari, áðrenn seinasta undankappingardystin til EM 2024


- Eg vænti at vit klára at kvalifisera okkum til EM. Vónandi við at vinna dystin í morgin, sum eg trúgvi at vit hava ein øgiliga góðan kjans til. Eg trúgvi at vit væl kunnu vinna dystin í morgin, um vit halda okkum til tað, sum vit hava avtalað.

- Pauli Jacobsen, landsliðsleikari, áðrenn seinasta undankappingardystin til EM 2024


- Vit vita at vit hava kjans ímóti øllum, og tað hava vit prógva nú tey seinastu árini, so vit fara eftir at gera eitt gott úrslit.

- Elias Ellefsen á Skipagøtu , landsliðsleikari, áðrenn seinasta undankappingardystin til EM 2024



Comments


bottom of page