• Helgi

Óli tók leiklutin hjá stórabeiggjanum - hoyr samrøðu her

Updated: Nov 19, 2021


17 ára gamli Rókur Ziskason (nr. 39) og 16 ára gamli Óli Mittún (hm. ) eru vorðnir víðagitnir seinastu tvær vikurnar. Fyrst við U18-landsliðnum og nú við H71

Mikukvøldið skoraði Pauli Mittún átta mál í Hoyvíkshøllini. Hóskvøldið skoraði lítlibeiggin níggju í fyrsta mansdysti sínum nakrantíð. Óli er skýrdur at vera enn eitt av heilt stóru talentunum í Føroyum í dag.


H71 vunnu hóskvøldið stórsigur 38-25 á Team Klaksvík. Ta einu løtuna spældu hoyvíkingar við Óla Mittún, Róki Ziskason og Róa á Skipagøtu. Teir eru ávikavist 16, 17 og 18 ára gamlir. Eftir dystin fekk Sjúrður orðið á teir báðar yngstu, og tveir úr klaksvíksleguni.


Hoyr samrøðu við Áka Mørk, Svein Rógva Nielsen Ljósstein, Óla Mittún og Rók Ziskason



Tú kanst hoyra fleiri samrøður og poddvarp við at trýsta á myndina niðanfyri