top of page
Helgi

11 føroysk mál tá Teis og Sjúrður vunnu á Brandi

Tønder sigraði í føroyingadysti fríggjakvøldið í næstbestu deildini í Danmark. Úrslitið gjørdist 33-35. Sostatt kunnu Teis og Sjúrður gleðast á veg til Tønder í langa busstúrinum.


Tíggju til Teis


Ikki færri enn 10 ferðir skoraði Teis Horn Rasmussen ímóti Ajax úr Keypmannahavn. Teis hevur seinastu tíðina verið í gongd við at umskúla seg frá bakki til strikuleikara. Dysturin fríggjakvøldið ber boð um at hann veruliga hevur funnið stevið sum strikuleikari.


Sjúrður Olsen skoraði eitt mál í dystinum, meðan Brandur fór av vøllinum uttan at skora. Brandur er sum tey flestu vita, fyrst og fremst verjuleikari, og hevur seinastu árini skipað verjuna hjá Ajax København.


Teis sum vit kenna hann. Mynd: Tønder Håndbold


Leivur tvey mál í ósigri


Leivur Mortensen var eisini í eldinum fríggjakvøldið, tá Odder spældu á útivølli ímóti HC Midtjylland. Tað endaði við tapi 33-28. Leivur skoraði tvær ferðir í dystinum.


Kapping millum vinir


Støðan í deildini er soleiðis at Tønder, við Teis og Sjúrði, liggja nummar fimm eftir seks umførð. Ajax København liggja nummar átta, við fýra stigum. Tað er ikki langt til Odder og Leiv Mortensen sum liggja nummar seks við seks stigum.


Rói Berg Hansen og felag hansara HØJ liggja á triðjaplássi við átta stigum.


Rókur Akralíð og HC Odense hava ikki fingið eina góða byrjan. Teir liggja næst aftast við trimum stigum fyri fimm dystir.


Øll stigatalvan sæst við at trýsta her

Comments


bottom of page