Kielce úr Pólandi taptu Champions League finaluna eftir brotskast ímóti Barcelona fyrr í summar. Nú er nevndarformaðurin í Føroyum, og hvør veit um hann leitar eftir einum brotskastsskjútta til næstu finalu?
Kendur á Twitter
Tey sum plaga at fylgja við hondbólti á Twitter vita hvør maðurin er. Tað er Bertus Servaas, sum í gerandisdegnum er nevndarformaður í stórfelagnum Vive Kielce. Eitt gátuført "tweet" fekk nógv at steðga á, tá tey skrollaðu á Twitter í dag.
One step closer
Soleiðis skrivar Servaas, við eini mynd av einum av flogførunum hjá Atlantic Airways. Tað gekk ikki leingi áðrenn fyrstu viðmerkjararnir byrjaðu at gita hví maðurin er í Føroyum.
Fólk gita, og spyrja hví, men hann er loyndarfullur í svarinum.
Viðmerkingarnar eru millum annað:
"Eg vóni at Skipagøtu passar í kuffertið"
"Óli Mittún?"
Um hann er komin at hyggja eftir hondbólti ella at ferðast, er óvist. Vónandi hann fer í hallirnar í Føroyum og sær hvussu vit ala so góðar leikarar á samlibandi. Servaas heldur kortini tætt at kroppinum og vil ikki svara greitt hví hann er í Føroyum, hóast hann ofta gevur slíka kunning til sínar fylgjarar á sosialu miðlunum.
Comments