Fyri hálvu triðju viku síðani vunnu Gentur 18 steypakappingina, og nú tykjast somu gentur at bjóða av í FM-stríðnum í SMS-deildini, eftir 29-21 sigur í dag, sum tryggjaði Neistanum í minsta lagi eitt triðja pláss í grundspælinum.
Úrslitið gjørdi eisini greitt hvør hittist í hálvfinalunum í FM-endaspælinum.
Tað verða H71 og Stjørnan í aðru hálvfinaluni og so Neistin og Kyndil í hinari.
Ímóti Stjørnuni í dag byrjaði Neistin dystin við fýra U18-leikarum á vøllinum. Tær vóru Lea Mohr á vinstra vongi, Maria P. Nólsoy á miðjuni, Sára S. Mikkelsen á strikuni og Bjørk F. Joensen á høgra vongi.
Seinastu 10 minuttirnar spældu Hervør Niclasen, Anna S. Mikkelsen, Silja Müller og Silja Heðinsdóttir. Felags fyri hesar átta leikararnar er, at tær allar vunnu gentur-18- steypakappingina fyri sløkum trimum vikum síðani.
Dysturin var hin næstseinasti í grundspælinum og snúði seg rætt og slætt um at spæla seg á triðja plássið í SMS-deildini.
Neistin hevði um endan beinanvegin og kom fram um 6-4, áðrenn Stjørnan svaraði aftur og javnaði til 6-6, og hevði eisini møguleikan at leggja seg á odda.
Men í staðin var tað Neistin sum tók tamarhaldið aftur og løtu seinni skoraði til 9-6.
Stjørnan fekk ongantíð Neistan aftur.
Beint fyri hálvleik hevði Stjørnan møguleikan at minka niður í trý mál á muni, men í staðin vann Neistin bóltin og økti upp í hálvleiksstøðuna 14-9. Tað kendist eisini sum at munurin kundi verið enn størri, um ikki Teresa Maria Ejdesgaard í Stjørnumálinum traðkaði til við stórbjarginum.
Tað kom ikki veruligur spenningur aftur í dystin í seinna hálvleiki. Durita C. Jojic royndu í løtum at taka ábyrgd við góðum álopum, men tað bøtti ikki nóg mikið.
Tað syrgdi serliga Bjørk F. Joensen fyri fyrstu løtuna av seinna hálvleiki.
Hon spældi nú bakkur, meðan enn ein U18-leikari, Hervør Niclasen, kom inn á høgra vong.
Bjørk gjørdi sær dælt av, at Maria Nólsoy og Nadia Pejovic vóru mansvardar, og vann sjálv eina rúgvu av tvídystum við Stjørnuverjuna, har neistabakkurin annaðhvørt skoraði sjálv, ella fann Sáru S. Mikkelsen á strikuni.
Seinastu 10 minuttirnar ella so spældi Neistin við einum reinum U18-liðið.
Silja Müller í mál, Lea Mohr á vinstra vongi, Anna S. Mikkelsen á vinstra bakki, Maria P. Nólsoy á miðjuni, Silja Heðinsdóttir á høgra bakki, Hervør Niclasen á høgra vongi og Sára S. Mikkelsen á strikuni. Bjørk F. Joensen fekk nakrar steðgir seinastu løtuna.
Altso átta U18-leikarar, sum sýndu øgiliga góðsku og sendu stór tekin til FM-kappingarneytarnar við sannførandi 29-21 sigrinum ímóti einum Stjørnuliðið sum annars hevði verið høgt í metum her á trok.fo (Sambært seinastu trokpoddunum)
hoyr samrøður og samanumtøku frá fm1 niðanfyri (fm1.fo)
Kommentare