Ein dystur verður leiktur komandi leygardagi í SMS-deildini, og hann fær eftir øllum at døma stóran týdning. Bæði liðini hava møguleika at troka seg við í endaspælið.
Seinastu árini hava dystir í botnstríðnum verið av lítlum og ongum týdningi. Soleiðis er ikki í ár. Dysturin millum EB og VB sum hava fýra stig eftir ávikavist 16 og 14 dystir, er ein av teimum mest spennandi og avgerðandi hetta umfarið.
EB og VB kappast, saman við STÍF, um seinasta plássið í endaspælinum, í SMS-deildini. Tætt er millum liðini, og tey kunnu øll avgerða sjálvi hvør fer avstað við plássinum. Seinastu umførini verða avgerðandi. Fleiri innanhýsis dystir eru eftir, og tað er líkt til at tað liðið sum stendur seg best í teimum dystunum tekur seinasta plássið í endaspælinum, og skal spæla fjórðingsfinalu.
Hóast STÍF hevur bestu kortini í hondini í løtuni, skal ikki nógv til áðrenn vit hava eitt annað lið í fjórðingsfinaluni.
Innanhýsis dystir sum eru eftir at leika:
Leygardagin 11. februar, EB – VB, Høllin á Eiði
Sunnudagin 12. mars, VB – STÍF, Høllin í Vági
Leygardagin 1. apríl, EB – STÍF, Høllin við Streymin
Eitt stig frá “Topp 5”
EB hevur vunnið ein dyst á hvørjum av kappingarneytunum, STÍF og VB. Vágbingar hava vunnið á EB eina ferð og spælt javnt ímóti STÍF og VÍF. Strandingar hava vunnið á EB á útivølli, á VB heima, og spælt ein javnleik í Vági ímóti VB.
Eftir innanhýsis dystunum at døma hevur STÍF staðið seg best. STÍF hevur tikið fimm stig av átta møguligum, meðan VB hevur tikið 3 stig ímóti STÍF og EB. Eiðiskvinnur hava vunnið fýra stig av átta møguligum.
VB er sostatt einasta lið sum hevur vunnið stig ímóti “topp fimm” liðunum. Tað var við javnleiki á VÍF, tá VB javnaði við brotskasti tá tíðin var farin.
Hesar skjóta málini
Millum VB, EB og STÍF eigur EB innanhýsis toppskjúttan. Tað er Lea Símunardóttir
Lisberg. Hon hevur skotið 79 mál. Av teimum eru átta skorað við brotskasti. Durita Krosslá Hjelm hjá VB er henni næst á listanum. Hon hevur skorað 72 mál, har 21 eru frá teimum 7 metrunum á brotskaststrikuni.
Nukaaka P. Lyberth, sum skifti til EB úr Grønlandi í summar hevur eisini skotið nógv mál. Hon liggur nummar 17 á toppskjúttalistanum við 69 málum.
Hagtøl: Ásbjørn N. Nattestad
Comments