top of page
  • Helgi

Deildirnar skulu framvegis eita Burn- og SMS-deildin

Hondbóltssamband Føroyar hevur longt samstarvið við SMS-samtakið. Tað merkir at bestu deildirnar hjá kvinnum og monnum framvegis eita Burn- og SMS-deildin næstu 3 kappingarárini. Tað skrivar HSF í tíðindaskrivi hósdagin.


Hava tikið nøvnini til sín

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF og Jákup Suni Berg frá Burn. Mynd: Hondbóltssamband Føroya

- Tað tykist, sum hava fólk tikið nøvnini á kappingunum, Burn kappingin og SMS kappingin, til sín og saman við tílíkum góðum stuðlum, kunnu vit menna heimligu kappingarnar til eina enn betri merkisvøru, sigur Gunn Ellefsen forkvinna í HSF, í tíðindaskrivinum.


Stuttligt at fylgja kroppsligu menningini


Jákup Suni Berg, sum gjøgnum langa tíð hevur verið ein av fremstu styrkisíðkarum í Føroyum, sigur í tíðindaskrivinum, at tann kroppsliga menningin er spennandi.


- Tað er stuttlig og hugtakandi at vera viðspælari í einari ítróttargrein, har kropsliga menningin hevur verið eyðsýnd seinastu árini. Spælið er vorið skjótari og setur hetta stór krøv til kroppin hjá tí einstaka leikaranum, sigur hann.


Burn og SMS inntil 2023


Sáttmálin millum SMS-samtakið og HSF gongur út eftir kappingarlok í 2023.

Í 2020 skifti besta mansdeilin navn til Burn-deildin, meðan besta kvinnudeildin hevur itið SMS-deildin síðan 2018.


- Durita Nolsøe, býlingstjóri í SMS, viðmerkir í tíðindaskrivinum, at SMS-samtakið fegnast um stóra áhugan fyri hondbóltskappingunum og hvussu hesar eru blivnar alt meira sjónligar í miðlunum og á nýggjum talgildum pallum.





Comments


bottom of page