• Helgi

EB fær styrk úr Grønlandi

Talan er um 21 ára gomlu Nukaaku P. Lyberth, sum hevur skrivað undir við EB fyri komandi kappingarár. Í EB eru tey fegin um at hava fingið styrk, og eru spent til enn eitt kappingarár í SMS-deildini.

Nukaaka P. Lyberth í EB leikarabúnanum. Mynd: EB

Hevur royndir úr donskum hondbólti

Nukaaka, sum fyri tað mesta hevur spælt hondbólt í Grønlandi, var eitt skifti í Danmark og royndi hondbóltseydnuna. Í 2020 royndi hon seg í bestu donsku deildini, við Nykøbing Falster.


Fyri tað mesta hevur Nukaaka spælt í felagnum NÛK í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, og eisini spælt í SAK úr Sisimiut.


Umframt royndirnar úr Danmark, hevur hon eisini verið í bruttohópinum á landsliðnum, og fyri stuttari tíð síðan varð hon úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni.


Skal gera annað enn at spæla við besta liðnum

Nukaaka hevur tikið miðnámsútbúgving við ítrótti sum høvuðsfak, og fær leiklutin sum styrkivenjari og skal standa á odda fyri skaðafyribyrging hjá yngru liðunum í felagnum.


Fegin um avtaluna

Nevndin í EB sigur at tey eru ógvuliga nøgd við avtaluna við Nukaaku. Liðið fekk einans tvey stig í fjør, men er komið í SMS-deildina fyri at vera. Útlendski styrkurin skal vera liður í menningini av felagnum, og framhaldandi menning av egnum tilfeingi.


– Vit eru vís í, at hon kemur at styrkja væl um okkara unga hóp, skrivar felagði í tíðindaskrivi.