top of page
Sjúrður

EB trokar seg róliga upp á stigatalvuna

Updated: Nov 7, 2021

Tað var ikki ein dystur, har tú hugsaði at EB var fýra mál betri. Men Ró T. Andreasen varðveitti alla EB-ró í málinum, og so var Eiðissøga skrivað í Vági





Tað var hugaligt at síggja bæði VB og EB-leikarar taka felagsmynd í málinum áðrenn SMS-deildardystin ímillum liðini bæði í Vági. Góður ítrottarandi áðrenn ein dyst, ið í roynd ov veru hevði stóran týdning, hóast liðini bæði longu mugu ásanna, at ovara endaspælið verður ógjørligt í ár.

Men ivaleyst vóru hóparnir sannførdir, um at júst hesin dysturin, sum var fluttur til Vágs mikukvøldið, var stóri møguleikin at vinna sær kappingarársins fyrstu stig.

Eg veit ikki hvussu nógv ár tað munnu vera síðani hesi bæði liðini hittust seinast í fremstu hondbóltsdeildini – men eg minnist heldur ikki nakað kappingarár hjá EB áðrenn hetta.

Hinvegin minnist eg VB sum eitt stórveldi í kvinnuhondbólti allan mín ungdóm. Nú liggja tær aftast í deildini, eftir at tað eydnaðist EB vinna 26-22 og síni fyrstu stig síðani afturkomuna.


Steinar og varðar

Ein stórur varði á EB-leiðini, og ein heldur stórur forðasteinur á VB-leiðini. Kanska enn beiskari at tapa sovorðnar dystir, tá ið tú so mást leggja oyra til, at allar Hondbóltsføroyar ynskja mótstøðuliðnum til lukku við avrikinum.

Eg tosi ikki fyri allar hesar Hondbóltsføroyar, men eg vil siga fyri meg, at eg skal vera tann fyrsti at fegnast um VB-stig tá ið tey koma. Og tey fara at koma, so hvørt sum leikararnir stríða seg ígjøgnum kappingarárið. Nú snýr tað seg um at taka hendan steinin og laða sín egna varða.


Og tað var altso heldur ikki soleiðis at VB ikki kundi vunnið dystin í kvøld.


Javnur fyrri hálvleikur

Tað var ikki ein dystur, har tú hugsaði at EB var fýra mál betri. Tað leikaði í roynd og veru javnt á, og dysturin var ikki avgjørdur fyrr enn tveir minuttir fyri leiklok.

EB hevði fyrstu ferð hug at sníkja seg framum, tá ið tær komu á odda 6-4 eitt gott korter inni í dystinum, men so tók Gurið VB-sakina í egnar hendur eina løtu, tá ið hon mest sum leyp á heilt afturi av egnari hálvu - og so fóru viðleikararnar við. VB var omaná hesa løtuna og fór framum 9-7.

Men nú fór Ró Andreasen í EB-málinum at fáa fatur á nógvum aftur, og EB gagnnýtti hetta í álopinum. Tað var um reppið, at EB kom trý mál fram um hesa løtuna, men ein teknisk villa gjørdi, at hálvleiksstøðan helt sær á 12-10 til EB. Tær varðveittu leiðsluna til dystarenda.


VB hevði allar møguleikar

Dystarmyndin gjørdist upp aftur greiðari í seinna hálvleiki – og nú fóru nervar eisini at koma inn í spælið.

Eg hugsaði at spenta støðan kundi gagna VB betri – Har summir leikarar hava roynt hetta óteljandi ferðir.

Men VB brendi ov illa hetta kvøldið, og dysturin mundi næstan vera avgjørdur, tá ið EB økti upp í fýra mál á muni tá ið einir 14 minuttir vóru eftir.

Men í roynd og veru hevði VB allar møguleikar at koppa dystinum aftur til sín.


Britt Wøldike í VB-málinum bjargaði fitt av bóltum, og heimaliðið stríddist fyri hvørjum bólti – og fangaði nógvar eisini.

Og tá ið bólturin var fangaður, dugdu tær aloftast at senda hann skilagott fram.


Hetta gav ovmikið av møguleikum at minka um munin, men við einari stórbjarging fyri og aðrari eftir, syrgdi Ró T. Andreasen fyri, at EB vann fyrsta sigurin í mannaminni (í mínum minni í øllum førum).

Og so kundu áleypararnir pynta nakað um sigurin eisini, so at hann endaði 26-22 til EB. Og Hondbóltsføroyar fór at ynskja teimum til lukku - og tað gera vit eisini.

Til lukku við fyrsta trokinum fram á stigatalvuna!

Dagsins leikari:


EB-málverjin, Ró T. Andreasen, er dagsins leikari. Tað er einki at ivast í.

Eg royni ofta at ímynda mær hvussu málverjar hugsa (Men tað dugi eg ongantíð). Fleiri av bjargingunum fingu í øllum førum meg at hugsa, at hetta var dystaravgerðin – men so var ikki. So mátti hon bara gera tað umaftur – og tað megnaði hon við lít.

Sera sigandi endaði hon dystin við einari brotskastsbjarging í seinasta minutti.


Hugsi tað var javnari ímillum útileikararnar á báðum liðum.

Hjá EB løgdust serliga til merkis Sarita Petersen og Lea Lisberg, sum vóru sera ágangandi ímóti VB-verjuni. VB royndi eisini eina mansverju av Leu Lisberg, og tað gav eisini VB møguleikan at koma inn í dystin.

Men Ró í málinum varðveitti róina um EB-sigurin.

Eg haldi eisini at eg frøddist um fleiri mál úr høgru hjá EB – men eg hevði trupult at síggja júst hvørjir leikararnir vóru. Olivia Kruse mundi vera lámi bakkurin, og har lá eisini væl fyri. Í roynd og veru var trupult at taka dagar ímillum hjá útileikarunum. Allar bjóðaðu seg til, og allar høvdu kanska løtur har tað var truplari.


Hjá VB gjørdi Britt Wøldike sítt í málinum, og nakrar løtur í dystinum, var dysturin bert ímillum málverjarnar.

Gurið K. Augustinussen er oftast evnaríkasti leikarin á vøllinum, og hon syrgdi fyri flestu góðu VB-løtunum. EB fór eisini út at mansverja VB-ímyndina.

Hesa løtuna tók Bára K. Mortensen so yvir. Hon fór av strikuni og út á miðjuna, har hon fleiri ferðir vann sínar tvídystir og slapp ígjøgnum.


(Eg stroymdi dystin á telduni heima, so fyrivarni skal takast fyri, at tað er skjótt at fara skeivur av hvør leikari er hvør) Sigið endiliga frá, um tit varnast eitthvørt mistak.


Myndir: Guðrun Nystrøm


Støðan eftir 3. 11. 2021:

Dómaraseðil:


留言


bottom of page