• Helgi

"Elias á Skipagøtu, helt fantastisk innsats"

Føroyski spælskiparin skoraði átta mál tá IK Sävehof vunnu 43-31(23-16) í ársins fyrsta dysti í bólkaspælinum í EHF European League. Mótstøðuliðið, BM Logroño La Rioja, úr Spania hevði ongan kjans tá teir vitjaðu í Partille Arena í Svøríki.



Elias í vælkendum stíli. Skermmynd frá Viaplay.com

Rós frá viðmerkjarunum


Beint eftir dystin søgdu viðmerkjararnir á Viaplay at Elias var ein av orsøkunum til at munurin bleiv so stórur. Átta mál og eina rúgvu av málgevandi avleveringum frá føroyinginum leiddi sviarnar beina kós ímóti stórsigrinum.


Heilt frá fyrsta bríksli sá tað út sum at teir gulu í Gøteborg fóru at koyra tað trygt heim. støðan var 7-2 tá seks minuttir vóru leiktir, og munurin bleiv bara størri sum dysturin leið. Serliga skótálopini riggaðu væl hjá teimum gulu.




Til Kroatia næstu ferð


Næsti dystur í bólkaspælinum í EHF European League verður leiktur 26. oktobur. Tá er tað Nexe úr Kroatia sum tekur ímóti IK Sävehof. Nexe endaðu nummar tvey í kroatisku deildini í fjør, seks stig aftanfyri stórfelagi Zagreb.