Elias Ellefsen á Skipagøtu og IK Sävehof vunnu týskvøldið 25-30 (15-15) á IF Hallby í Jönköping. Elias skoraði ikki færri enn átta mál í dystinum.
Framvegis ósigraðir
IK Sävehof hevur vunnið fýra dystir á rað, og liggja nummar eitt í svensku deildini við 9 stigum. Fyri uttan tann eina javnleikin í fyrsta umfarið hava teir vunnið alt.
Næsti dystur hjá Gøteborgfelagnum er ímóti Alingsås HK sum í løtuni liggur næstfremst, beint í hølinum á IK Sävehof.
Leygardagin 16. oktobur verður fyrsta føroyingauppgerð nakrantíð í bestu svensku deldini. Tá taka Kjartan Johansen og Önnereds HK ímóti Eliasi og teimum í grannauppgerð í Gøteborg.
Stigatalvan sæst her:
Comments