Helgi er upptikin, so Sjúrður hevur trokað tveir aðrar vertir inn í Trok-panelið at viðgera átrokandi EM-hýrin.
"Hetta er ein keðilig støða, tú setir okkum í", sigur Djóni Gaard Joensen, tá ið panelið fær uppgávuna at meta um bólk D - men bert við at hugsa við høvdinum.
Uttanveltaða serfrøðin er greið, og sigur at Føroyar enda á fjórða plássið í bólki D.
"Men vit vita hvat býr í hesum landsliðnum", sigur Andrias Eriksen tá ið tað ikki longur ber til at hugsa uttan hjartað.
Tí tá ið hjartað spælir við, so er ein greið ætlan fyri hvussu Føroyar koma víðari úr bólkinum - og serfrøðingarnir hyggja at teimum trimum mótstøðuliðunum og kanna føroysku møguleikarnar.
Bæði Andrias og Djóni eru eisini sera vanir at hyggja eftir EM, og spæla millum annað EM-Manager á Holdet.dk - har teir báðir síggja góða meining í at seta føroyingar á liðið - Eisini tá ið tú bert hugsar við høvdinum.
Trok.fo setur millum annað ein kassa av sodavatni upp á spæl til besta managarin.
Meldið tykkum til á:
Trokar EM-hýrurin hjá tær seg eisini fram nú?
Leita eftir TROK.FO á Spotify, á Apple Podcast ella hvar tú annars lurtar eftir podvarpið. Ella trýst bara á Trok.fo niðanfyri:
Kommentare