top of page
  • Helgi

Eydnudeildin skipar fyri stórari altjóða kapping

12. apríl skipar Eydnudeild Føroyar fyri Eydnu-Cup, sum er nýggj altjóða páska-hondbóltskapping.



Eydnudeildin er blivin fastur luttakari í steypavikuskiftinum seinastu árini. Nú skipa tey fyri páskakapping


Talan er um stóra kapping við luttøku úr Føroyum og Danmark.


- Fleiri enn 300 fólk koma úr Danmark. Tað fevnir um leikarar, foreldur, systkin og venjarar, verður sagt í tíðindaskrivi.


Kappingin byrjar týsdagin 12. apríl, men áðrenn og eftir kappingina verður tað skipað fyri sosialum tiltøkum fyri tey luttakandi.


- Mikudagin fara vit ein busstúr soleiðis at tey sum koma uttanlands frá sleppa at síggja ein part av Føroyum, er at lesa í tíðindaskrivinum.


Mikukvøldið, 13. apríl, verður gallaveitsla fyri teimum luttakandi og dagin eftir verður fýra-ára føðingardagurin hjá Eydnudeildini hátíðarhildin við pannukøkum, siga tey at enda.



bottom of page