Veist tú ikki hvat tú skalt brúka páskavikuna uppá? MEIRA HONDBÓLT sjálvandi 😍🤾♂️
![](https://static.wixstatic.com/media/c8b69c_ee76baf0a5134c8eb40a679ebfd1f714~mv2.jpg/v1/fill/w_960,h_1440,al_c,q_85,enc_auto/c8b69c_ee76baf0a5134c8eb40a679ebfd1f714~mv2.jpg)
Fyrsta árliga páskastevnan hjá Eydnudeild Føroya, Eydnucup verður í Nesvík 12. - 14 apríl. Har verður hondbóltur fyri øll, nógv smíl og spæligleði - kom ein túr framvið og hygg og heppa á okkara kulastu føroysku stjørnur ☀️🤾♂️🧡🇫🇴
![](https://static.wixstatic.com/media/c8b69c_294c1b28d37d4881910ce99188614c3e~mv2.jpg/v1/fill/w_960,h_640,al_c,q_85,enc_auto/c8b69c_294c1b28d37d4881910ce99188614c3e~mv2.jpg)
Mikudagin 13. apríl fara føroysku landsliðsmennirnir beint í eldin, tá ið teir spæla um HM-endaspælið ímóti Týsklandi í Kiel 🤾♂️ Sjúrður hevur onkursvegna trokað seg við og verður á staðnum í víðagitnu høllini í Kiel. Lurta eftir beinleiðis frásøgnini og feskastu samrøðunum á FM1 mikukvøld kl. 17.15🙌
![](https://static.wixstatic.com/media/c8b69c_8c9164bb5e854a8282372288ddabf7ad~mv2.jpg/v1/fill/w_960,h_635,al_c,q_85,enc_auto/c8b69c_8c9164bb5e854a8282372288ddabf7ad~mv2.jpg)
Leygardagin 16. apríl eru vit í Høllini á Hálsi har føroysku mennirnir taka ímóti Týsklandi á heimavølli 🤾♂️❤️ 🇫🇴 Vit gleða okkum at síggja høllina á tambi við spentum føroyskum áskoðarum, men fært tú ikki komi framvið, so ber til at lurta á FM1 frá kl 18 👊
Sum vant ber til at lurta umaftur á trok.fo/lurta og fm1.fo
Við hondbóltskvøðu ❤️
![](https://static.wixstatic.com/media/c8b69c_f4bf6cb5853e4c8cae90b6ba5c2ddcb8~mv2.jpg/v1/fill/w_960,h_621,al_c,q_85,enc_auto/c8b69c_f4bf6cb5853e4c8cae90b6ba5c2ddcb8~mv2.jpg)
Comments