• Sjúrður

Føroyar froystu men róku ikki til sigurs í Eysturríki

Marianna froysti á eysturríksku garðarnar -

Í føroyska málinum breyt Rakul brimgangin -

Men EM-undankappingardysturin endaði 26-22 til Eysturríki


(Mynd: Harald Bjørgvin) frá heimadystinum ímóti Eysturríki mikukvøldið) Pernille Brandenborg og Føroyar góvu Eysturríki skarpan gang, men tað rak ikki til stig leygarkvøldið í Eysturríki

Hondbóltur er eitt spæl, sum í stóran mun snýr seg um rák. Tað snýr seg um at fáa spælið sum mest at reka higar, og so fáa sum mest burtur úr áðrenn tað rekur burtur aftur.

Tað var aftur søgan í dag, tá ið fýra mál á rað skolaðu í føroyska málið tíðliga í dystinum, sum endaði 26-22 til Eysturríki.


Tað rak hóvliga aftur og fram við dystarbyrjan, men brádliga kom eitt uppris, sum skolaði eysturríksku málini í ta føroyska, og støðan flutti seg frá 4-3 upp í 8-3 til Eysturríkis. 11 minuttir vóru spældir.


Ein góð lýsing av gongdini hesa løtuna, var tá ið Eysturríki misti bóltin við óprovokeraðari villu, men Føroyar tóku ikki fríkasti rætt og bólturin var dømdur beint eftir til Eysturríkis.

Tað skuldi seinni vísa seg, at vera júst hesar minuttirnar, at avgerandi bylgjurnar høvdu brotið.


Føroyska aldan rørist

Fyri at sleppa úr hesum aldudalinum bóðu Føroyar um leikbrá, og nú slættaðist sjógvurin nakað.

Føroyar skoraðu tvær ferðir og Eysturríki bað um leikbrá, eftir at Turið Arge Samuelsen skoraði eitt framúr mál av vinstra vongi og minkaði um munin niður í 8-5.


Tað tóktist at vera føroyska aldan, sum rørdist mest næstu løtuna, men óneyv sending í skjótálopi og síðani eitt hoppiskot á tvørstongina forðaði fyri at munurin minkaði meira.


Eysturríki ansaði serliga eftir føroysku vinstru síðuni og royndi at troka Janu Mittún burtur frá vandaleiðunum. Eftir at Eysturríki var komið á 11-5, fingu Føroyar loyst hetta við góðum trýsti, ið gav pláss til Marionnu Geirsdóttir Eystberg á uttaru síðuni av høgra bakki.


Marianna brýtur í bæði borð

Stutt eftir fekk Jana ein steðg og Marianna fór at bróta í bæði borð. Nú slapp hon fram við uttaru síðuni í vinstru. 11-7 til Eysturríkis og góðir 20 minuttir leiktir.

Og Marianna helt fram sum eitt óløgi.


Føroyar minkaðu stutt eftir um munin til 12-8 við rimmar spæli.

Trýstið skolaði úr høgru út á okkara vinstra bakk. Marianna varð ansað væl, men í tí hon fekk bóltin, slepti hon hann kvikliga aftur um ryggin oman á vinstra vong, har Ingibjørg Olsen var til reiðar og legði bóltin væl inn um málverjan.


Og Marianna breyt upp aftur meira á eysturríksku verjuna. Hon skoraði tvey tey næstu føroysku málini. Fyrst við skotið, sum sníkti seg heppið inn, og síðani við rimmar hoppiskoti

Og lítla løtu seinni otaði hon seg ígjøgnum á bakkinum og vann Føroyum eitt brotskast og møguleikan at minka niður í tvey mál á muni við einum tveimum minuttum eftir at leika í fyrra hálvleiki.


Men fyri aðru ferð í kvøld miseydnaðust føroyingarnir av brotskastsstrikuni. Í staðin fyri tvey mál á muni gjørdist hálvleiksstøðan nú 13-9. Og tað kundi í roynd og veru verið verri, tí Rakul Wardum bjargaði púra fríum skoti stutt fyri steðgin.


Rakul brimgarður í málinum

Í seinna hálvleiki rak aftur báðar vegir. Føroyar vístu øgiligan og stinnan brimgarð í málinum, har Rakul Wardum hevði fleiri rimmar bjargingar. Hon lat bert tvey mál inn fyrstu átta minuttirnar, men føroyska álopi var ov slætt (og dómararnir forðaðu eisini fyri føroyskum upprisi hesa løtuna).


Eysturríkska aldan breyt aftur ígjøgnum føroyska málið við brotskasti og økti síðani upp í seks mál aftur. Men so fór Rakul Wardum aftur at bróta bylgjurnar. Eftir enn eina stórbjarging minkaði munurin niður í fýra mál við brotskasti - og hartilhoyrandi reyðum korti til eysturríkska miðverjan og bakkin, Katarinu Pandzer.


Viðrák

Nú rak aftur í bæði borð. Marianna gekk framegis undan við málskjótingini. Hon skoraði sítt fjórða brotskast av fýra møguligum tá ið góðir tíggju minuttir vóru eftir, og lítla løtu seinni skoraði hon fyri sættu ferð úr opnum spæli. Tíggju mál til samans.

Hetta gjørdi støðuna til 22-19, og Føroyar vóru tættari en nakrantíð.


Men sum hondbóltsspælið nú ger, so rak brádliga hinvegin. Munurin øktist upp í 24-19... Og so skolaði aldan beint aftur haðar hon var komin.


Maria H. Weyhe fann fyrst Pernille Brandenborg á strikuni- og so eftir tvær stórbjargingar frá Rakul í málinum og enn eitt dundurskot frá Marionnu, kom møguleikin at minka niður i tvey mál.


Hetta kundi av álvara fylla føroysku alduna - og venjarin vildi tryggja sær júst hetta, tá ið hann bað um leikbrá.

24-21 og knappir fimm minuttir eftir.


Tað rak ov stutt

Men tað eydnaðist ikki. Tað fór aftur at reka hinvegin.

Tvey føroysk mistøk vórðu hart revsaði, og so fjaraði møguleikin fyri stigum í Eysturríki burtur.


Munurin á teimum fýra málum var kortini fingin aftur við góðum bjargingum frá Rakul Wardum í málinum og tólvta málinum hjá Marionnu Geirsdóttir Eystberg, eftir at hon hegnisliga lobbaði bóltin í málið við brotskasti. Tað gjørdist seinasta málið í dystinum sum endaði 26-22 til Eysturríki.


Tað rak akkurát ikki allan vegin.


Dómaraseðilin hjá EHF (eurohandball.com)