top of page
Sjúrður 2

Føroyar skulu leika ímóti Hvítarusslandi

Updated: Jan 30, 2022

Lutakastið til play-off dystirnar í mars var leygardagin. Føroyar fingu Hvítarussland sum mótstøðulið. Eisini er greitt hvørjum Føroyar møta um vit vinna okkum víðari.


Peter Bredstorf, landsliðsvenjari, og hinir á føroyska landsliðnum fingu sterka mótstøðu í lutakastinum leygardagin. Mynd: Harald Bjørgvin

Talan er um sterka mótstøðu. Hvítarussland hevur leikarar sum Kulesh og Karalek, ið gera seg galdandi í toppinum í altjóða hondbólti í løtuni. Niðast í greinini finnur tú film av teimum báðum sum spæla saman í stórfelagnum Kielce.


Hvítarussland endaði nummar 17 til EM í ár, og sostatt er talan um eitt sterkt lið.


Hvítarussland hevur satsa stórt seinastu árini, og tað tóktist sum eitt vónbrot, at liðið ikki vann seg víðari í EM ímóti Týsklandi og Póllandi nú í januar.


Hvítarussland var eisini darvað av, at Artsem Karalek ikki var tøkur.


Føroyar spæla fyrsta dystin á heimavølli antin 16. ella 17. mars. Dysturin í Hvítarusslandi verður leiktur 19. ella 20. mars.


Sloppu undan marruni, og tó


Itala, sum Føroyar vóru í bólki saman við til undanumfarið, skal leika ímóti Slovenia. Sostatt sleppa Føroyar undan einum av sterkastu mótstøðuliðunum. Eisini sloppu Føroyar undan Portugal, sum var mett sum eitt av sterkastu liðunum, sum Føroyar kundu fáa til mótstøðu.


Hvítarussland er kortini eitt lið sum fáir av landsliðsleikarunum vildu møta, men eitt nú teir 19-20 ára gomlu hjá Føroyum eydnaðust við at vinna á júst Hvítarusslandi og spæla seg til U20-EM í summar.


Áhugavert við Hvítarusslandi er millum annað, at tað sigst at liðið er myndað av tveimum sera sterkum árgangum.

Teir, ið eru føddir í 1996 og í 2002.

Júst tað sama hevur verið sagt um Føroyar.


Ringt og so verri


Um Føroyar vinna fyrsta umfar verður tað upp aftur verri at Vinna seg víðari. Næsta mótstøðulið á vegnum til HM-endaspælið 2023 er Týskland.

Týskland er, sum flestum kunnugt, ein stórtjóð í hondbólti. Týskland vann EM í 2016, men seinastu árini hava teir leitað eftir góða spælinum frá tí endaspælinum.


Hørð mótstøða

Tað fyrsta vit hugsaðu á Trok.fo, eftir lutakastið, var um tær báðar hvítarussisku stjørnurnar, Artsem Karalek á strikuni og Uladzislau Kulesh á vinstra bakki.


Teir eru tiltiknir fyri at finna hvønn annan til stórar málmøguleikar- bæði á landsliðnum, og tá ið teir spæla við Vive Kielce í eitt nú Champions League.

Serliga Karalek verður ofta nevndur sum ein av heimsins bestu strikuleikarum.

Niðanfyri eru tvey brot á youtube, har teir vísa nakrar av sínum dygdum.





Upptøka av lutakastinum og tíðindafundi sæst her:


Fylg við her á Trok.fo um meira kunning um landsliðini og heimligu kappingina.

Comentários


bottom of page