Wunderino Arena (Fyrr Sparkassen Arena og Ostseehalle) í Kiel er av søguríkastu hondbóltshøllum í Evropa. Her spælir týska stórfelagið, THW Kiel, sínar heimadystir.
Vanliga liggur áskoðaratalið beint omanfyri 10.000. Mikudagin vænta tey eini 7.000 fólk.
Tað er ikki tí at tað eru Føroyar sum eru mótstøðuliðið, at tað ikki eydnast at fylla hvørt setur.
Tað er heldur ein samanrenning av at tað er truplari at fáa fólk í høllina mikudag - og so tað, at eingin leikari á týska landsliðnum spælir við THW Kiel, siga tey, ið hava sína dagligu gongd her.
Týski venjarin er kortini væl kendur í býnum. Meira um tað niðanfyri.
Í Høllini á Hálsi eru pláss fyri einum 1600 áskoðarum, ið kunnu royna at standa týsku áskoðarunum kurl, tá ið Føroyar og Týskland bresta saman í Havn leygarkvøldið klokkan 19.00.
Fyrr í dag vóru eini 500 atgongumerki enn eftir at selja, so tað er at kvika sær, um tú ætlar tær at síggja Føroyar ímóti Týsklandi leygardagin.
Nú eitt samdøgur áðrenn dystin í Kiel, er venjing á skránni í Wunderino Arena. Her eru áskoðararnir av størstu stjørnum í hondbóltssøguni. Men tær siga einki.
Á vegginum aftanfyri ovastu setrini hanga risastórar myndir av størstu stjørnunum í søguni hjá THW Kiel.
Og tað er ikki hvør sum helst, sum sleppur har upp. Teir sum hava rokkið hendan heiður eru Dominik Klein, Klaus-Dieter Petersen, Stefan Lövgren, Marcus Ahlm, Magnus Wislander, Heinrich Dahlinger, Thierry Omeyer og so íslendski venjarin, Alfred Gíslason - Hann er í dag týskur landsliðvenjari og skal fáa skil upp á Føroyar, sum standa ímillum Týskland og HM-endaspælið.
Hann var venjari í Kiel í 11 ár. Har vann hann millum annað sjey týsk meistaraheiti, seks steypakappingar og fimm ferðir Champions League.
Mær rennur til hugs eina sending vit høvdu fyri einum tveimum-trimum árum síðani á FM1. Tá spurdu vit Inga Olsen og Andreas F. Hansen hvørjir teirra sterkastu mótstøðumenn høvdu verið.
Alfred Gíslason segði Andreas. Magnus Wislander segði Ingi.
Her hanga teir báðir so penir á vegginum í Kiel. Jú Føroyar hava í grundini ongantíð verið so langt frá teimum størstu hondbóltsstjørnunum. Nú eru vit bara uppaftur tættari - á gáttini til eitt HM-endaspæl.
Les eisini: Føroyar troka seg á týsku HM-hurðina
Karmarnir eru øgiligir her í Kiel, og tað hóvar føroyska landsliðsvenjaranum, Peter Bredsdorff-Larsen sera væl:
- Eg havi verið so heppin at verið her nakrar ferðir við bæði Bjerringbro-Silkeborg og danska landsliðnum umframt sum ferðafólk og áskoðari.
- Fyri meg, so er hetta feitasta hondbóltshøllin eg havi verið í. Eitt heilt serligt stað við einari fantastiskari søgu, sigur Peter Bredsdorff Larsen.
Trok.fo tekur undir við tí. Men vit vænta at Høllin á Hálsi leygarkvøldið fer at bjóða hesum av.
Les eisini: Elias: Vit vita hvar vit skulu leypa á
Dysturin, Týskland - Føroyar verður spældur mikudagin klokkan 17.15 føroyska tíð. Sjónvarpið vísur dystin, og Sjúrður frá trok.fo sigur eisini beinleiðis frá dystinum á FM1 (fm1.fo). Sendingin byrjar 16.20
Eftir dystin hoyrast samrøður og samanumtøkur á Fm1.fo umframt her á trok.fo/lurta, har eisini øll upptaktssendingin, dystarfrásøgnin og alt annað eisini verður at hoyra sum vant.
Comentarios