Nú klokkan 15.00 bresta Elias Ellefsen á Skipagøtu og IK Sävehof saman við Kjartani Johansen og Önnereds HK.
Talan er um dyst í fremstu svensku deildini
Føroyingarnir báðir spæla við hvørjum sínum liði í Gteborg-økinum, har Elias og Svøríkismeistararnir, Sävehof, eru favorittar í dag.
Tað er gleðiligt at Kjartan er á dómaralistanum í dag, tí higartil er hann bert skrásettur fyri ein dyst fyri Önnereds. Eitt upplegg til mál er hann skrásettur fyri.
Elias hevur tikið upp har hann slepti seinasta kappingarár, og er í seks dystum skrásettur fyri 33 mál og 21 upplegg.
Dysturin byrjar klokkan 15.00 og sæst bert í Svøríki, sum vit hava skilt. Latið okkum frætta, um tit vita nakað annað.
Comments