top of page
  • Harald

Føroyingarnir vunnu sannførandi í fyrra play off dysti. Her eru myndir frá dystinum.

Aftur hesaferð góvu føroysku mennirnir okkum eina fantastiska uppliving í høllini á Hálsi, har teir, við einu nærum feilfríum dysti, vunnu ein sannførandi sigur við 7 málum, 34-27.

Sunnudagin verður seinri dysturin leiktur í Makedonia. Tá koma mennirnir at leika ein dyst undir heilt øðrum kørmum enn hesum á Hálsi. Men sum navnframi danski landsliðsvenjarin Ulrik Wilbek einaferð segði við donsku kvinnurnar, áðrenn ein dyst við líknandi kørmum: "Jú hesin vøllurin er júst líka sum teir vit plaga at dystast á, hann er 20 x 40 m" Hetta sissaði tær nakað.

Tað er mín vón at føroysku mennirnir klára at hugsavna seg, soleiðis at eitt gott úrslit kann koma í hús sunnudagin, hóast karmarnir helst verða øðiligir.

Onkur heldur kanska at her eru í so nógvar myndir, men eftir at hava sovið uppá tað (eg valdi "nakrar" út í gjárskvøldið), so helt eg at allar tær útvaldu máttu við. Eg kláraði ikki at sletta nakra



































































Comments


bottom of page