FERÐING, FRØI OG FYRIREIKINGAR:
Manslandsliðið hevði ikki so góða tíð at njóta sigursrúsin áðrenn farið var undir fyrireikingarnar og ferðina til dystin í móti Rumenia.
Í løtuni bíðar hópurin eftir flogfarinum úr París til Bukarest. Hýrurin er góður (og sjálvandi eisini nakað sigurslættur)
Summir leikarar stytta sær stundir við telefonunum.
Summir við at endursíggja sigurin í gjár einaferð enn.
Og tað er ikki bara til stuttleikar.
Tað eru fyrireikingar til brakið í Bukarest leygardagin.
Onkrar aðrar skíggjamyndir ganga tó eisini aftur hjá fleiri:
U21-landsdysturin ímillum Danmark og Týskland, sum fer fram í løtuni.
Tað munnu so vera fyrireikingar til U21-HM í summar.
Og so er tað EM-undankappingardysturin ímillum Norra og Serbia.
Eg veit ikki um tað so munnu vera fyrireikingar til okkurt endaspæl hjá A-landsliðnum... 😉
Comments