Tú hevur ikki tíð til ov drúgvan sigursrús, tá ið uppaftur størri stríð er fyri framman. Trok.fo ferðaðist til Bukarest við landsliðnum og prátaðu við Elias Ellefsen á Skipagøtu um sigurin, ferðina og komandi dystin
Snimma hósmorgunin troka teir seg úr bilum og inn á flogvøllin í Vágum.
Teir eru millum tey fyrstu ferðafólkini at møta í morgun, og tað tykist ivasamt hvussu teir eru svøvntir hesa náttina.
Í toppítrotti skalt tú ofta skunda tær til næsta stríðið, og synd er at siga at tú altíð hevur tíð at fáa armarnir niður aftur eftir slík brøgd, sum ta, ið hetta føroyska manslandsliðið framdi við 28-26 sigrinum á Rumenia í gjárkvøldið.
Rumenski hópurin skal við sama flogfari.
“Good morning” ynskja fleiri og eygnabráðini eru fitt.
Serliga havandi í huga at teir neyvan heldur hava fingið tað stóra av svøvni í nátt.
Vónbrotið hjá teimum hevur verið øgiligt, so tað mann vera tað hugaligari hjá føroyingunum á ferðini til Bukarest.
(Og tað er eingin ivi um tað - tí seinni vísir tað seg, at rumenski hópurin strandar í London, og má bíða eitt heilt samdøgur afturat at koma heim)
Sært tú burtur frá rumenska hópinum hendan morgunin, so kennir tú ein lættan sigurshýr um allan flogvøllin - Bæði á leikarum og á ferðafólki
Ferðafólk leggjast afturat á flogvøllinum. Børn trína inn um hurðina og hyggja við stórum eygum at føroysku stjørnunum.
Eftir dystin í gjár, glógvaðu eyguni á børnunum í høllini eisini, tá ið leikararnir góvu sær allar stundir at skriva autografar og taka myndir – hóast trongu tíðarætlanina. Her eru sjálvandi eisini stundir til onkra myndatøku á flogvøllinum í morgun.
“Til lukku við sigrinum” verður ynskt leikarunum um allan flogvøllin og søgan endurtekur seg á flogvøllinum í Danmark, tá ið aftur fleiri føroysk ferðafólk fáa eyga á landsliðshópin.
Elias var eitt sindur sperlaður
Ein av teimum, ið hevur mest at gera við at heilsa upp á fólk á ferðini er Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið framvegis hevur yvirskot til at prát við trok.fo:
- Eg havi tað fínt, er svarið, tá ið Eliasenn einaferð verður spurdur hvussu hann hevur tað. Hann hevur svarað hesum spurningi upp í saman áðrenn dystin ímóti Rumenia. Eftir skaðasteðg eydnaðist tað Eliasi at gerast til reiðar til hondbóltsdyst. Og hann spældi kappingarársins fyrsta dyst leygardagin áðrenn leiðin gekk heim at basa Rumenia í sínum næsta dysti.
- Eg eri eymur í kroppinum og troyttur. Eg veit ikki um tað er tí eg spældi so leingi ella tí eg onki havi sovið í nátt - men eg havi tað fínt, vissar Elias um, áðrenn hann viðgongur at sigurin á Rumenia var strævnari enn sigurin á Önnereds leygardagin.
- Ja, altso tað var strævið. Eg eri ikki so vanur at spæla so leingi. Eg spældi 45 minuttir í Sävehof [leygardagin] og tað var fínt.
- Her var eitt sindur meira tempo í hesum dystinum, so eg var eitt sindur sperlaður í minutti 20 av báðum hálvleikunum. Men tað gekk so, sigur føroyski spælskiparin fegin.
Fegnir, men hyggja fram eftir næsta dysti
- Vit eru ordiliga glaðir fyri dagin í gjár, glaðir fyri dystin og vit gleða okkum eisini til leygardagin, staðfestir Elias, ið eins og hinir leikararnir gevur sær stundir at síggja dystin umaftur á ferðini.
Og tað er ikki bara fyri at endurliva søta sigurin.
Elias greiðir frá, at hópurin serliga prátar um hvussu teir skulu loysa rumenska sjey-ímóti-seks-spælið.
- Vit stóðu øgiliga gott í verjuni allan dystin – sæð burturfrá tá ið teir spældu sjey ímóti seks. Tá høvdu vit tað eitt sindur ringt. So vit mugu finna upp á onkrar loysnir har, greiðir føroyski spælskiparin frá.
Enn er tað tó bara leyst prát, áðrenn bæði venjara- og leikarahópurin taka saman um í morgin og avgera hvat skal gerast fyri at basa hesum.
- Og kanska nakrir hava funnið upp á okkurt smart, sigur Elias.
Pasqual planleggur mótleikin
Rumenar skulu eisini finna upp á okkurt smart.
Á flogvøllinum í Vágum er skjótt at fáa eyga á Xavier Pasqual, venjaranum hjá Rumenia, ið telist millum mætastu hondbóltsheilar í heiminum. Við Barcelona hevur hann áður vunnið tríggjar Champions League-sigrar sum venjari umframt ein sum leikari. Hann takkaði fyri seg í Barcelona við Champions League heitinum í 2021, áðrenn hann fór at royna seg í Rumenia.
Víðagitni venjarin situr og hyggur at videobrotum frá í gjár. Sera nágreiniliga. Hann hugsar um næsta leik.
Í Kastrup greiðir eitt føroyskt ferðafólk, ið hevur sitið nærhendis venjaran í flogfarinum, at Pasqual hevur sitið allan túrin á tamb og spælt tey somu brotini av atsóknum frá Eliasi E. á Skipagøtu og Óla Mittún umaftur og umaftur.
Skulu svara rumenska mótleikinum aftur
Tað kemur ikki óvart á, at rumenar hugsa gjølla um mótleikin.
- Eg ivist ikki í at hann hevur funnið upp á nøkur klók ting, sum teir fara at gera fyri at steðga okkum, sigur Elias, ið eins og hinir í hópinum, kennur nakað til venjaran.
Umframt rumenska landsliðið, jevur Pasqual eisini Champions League-liðið, Dynamo Bucuresti, undir hond.
- Ja nú veit man hvat hann plagar at gera í Bucuresti, so vit vita kanska eitt sindur hvat hann fer at gera, og so ræður tað um hjá okkum at hava nøkur móttrekk upp á tað.
Føroyar jagstra EM-endaspælið
Hvussu taktiska spælið millum venjararnar verður og ikki, so er Elias fyrst og fremst spentur at spæla dystin.
- Vit ætla okkum at vinna einaferð afturat. Um vit gera tað, so sær tað ótrúliga gott út í mun til EM. Og tað er nakað sum vit allir jagstra.
Sannførast spakuliga um føroysku ætlanina
Tað hevur verið graml í longri tíð um at Føroyar jagstra fyrsta EM-endaspælið hjá sær, men enn eru tað bara tey bjartskygdastu, ið trúgva upp at tað ber til – og so føroysku leikararnir sjálvandi.
Men liðfelagarnir hjá Eliasi í Sävehof kunnu kanska eisini sannførast:
- Eg havi diskuterað eitt sindur við teir um vit nakrantíð fóru at koma til EM ella HM. Tað havi eg sagt at vit fara at gera, og teir siga “nei, tað fara vit ikki. So tað verður gott at koma aftur til teir at siga, at nú eru vit altso eitt sindur tættari við, sigur Elias.
Skulu spæla upp aftur betri
Elias er eisini sannførdur um, at fleiri stig skulu á kontuna, um dreymurin um eitt endaspæl skal ganga út. Og dysturin í Bukarest leygardagin er eitt gott høvið, hóast tað verður upp aftur truplari.
- Eg vænti eitt rumenskt lið, sum fer at vera upp aftur meira tendrað.
- Hetta [føroyski sigurin] var ikki nakað teir væntaðu haldi eg.
- So teir fara nokk at vera enn og betri, og so mugu vit eisini steppa meira upp, sigur Elias, áðrenn vit at enda spyrja hann hvat hann droymir um, tá ið hann leggur høvdið á koddan áðrenn dystardagin:
- Eg droymi um at vit spæla enn betri enn vit gjørdu nú. Vit vóru góðir, men tað vóru heilt klárt ting, sum vit kundu gera betri í báðum endum á vøllinum… og ja, at vit vinna eina ferð afturat.
Comments