top of page
Sjúrður

Vælkomin inn at TROKA

Updated: Sep 16, 2021


Føroyski 2002-árgangurin hevur trokað seg inn ímillum heimsins størstu hondbóltstjóðir seinastu árini – her stríðast teir í sigrinum á Kekkia í summar.

Føroyskur hondbóltur trokar


Hondbólturin í Føroyum trokar seg fram í heiminum. Ungdómslandsliðini bjóða størstu hondbóltstjóðum av í ramasta álvara, og vit skulu hesi komandi árini venja okkum við at síggja fyrst ungdómslandsliðini – og heilt skjótt A-landsliðini eisini – spæla við í stóru HM- og EM-endaspølunum, heldur enn at fylgja við á sjónvarpsskíggjanum.

Samstundis venja feløgini í Føroyum meira enn nakrantíð, og hondbólturin man skjótt aftur fløva køldu vetrarkvøldini – og onkuntíð man hitna so nógv at lokið brestir av pottinum.


Eg eiti Sjúrður Hildarson Hoydal, og eg eri so spentur.


Av tilvild endaði eg fyri nøkrum árum síðani við at skriva heilt nógv um hondbólt á einum av stóru miðlunum í Føroyum. Stutt eftir var eg biðin at royna meg sum frásøgumann á útvarpsrásini, FM1, har eg enn hoyrist viðhvørt.


Skrivingin steðgaði so at siga samstundis sum hondbóltsárið brádliga endaði á vári 2020, men onkuntíð kemur hugurin at seta nøkur orð á hondbóltin aftur, tí hendan royndin at skriva bloggin, TROK, har tað – um tað liggur fyri – kundi hent seg at eg legði okkurt afturat hondbóltsdystum, sum eg sigi frá á FM1.


Fyrimyndirnar at gera tað á hendan hátt eru Vagnur Michelsen á Hvannrók (hvannrok.fo) og Rói Joensen á blogginum, Ítrottur og Rørsla (itrottur.blogspot.com)


Hugsanin er eisini at onnur kunnu trokað seg inn á TROK, um tey hava okkurt upp á hjartað, og beiggi mín Helgi – sum onkuntíð hevur trokað á hondbóltsvøllinum, hevur eisini longu trokað eina fína dystarfrágreiðing inn á síðuna.


Heitið TROK


Eg veit ikki um ‘trok’ er vanligt hondbóltsorð allastaðni – eg haldi tað. Tað er tað sum danir – og føroyingar (eg eisini) – fyrr róptu “MAS”, og sum nú ofta verður nevnt “álopsfeilur”, “álopsvilla” ella tílíkt. Trok, mas og álopsfeilur havi eg so hoyrt brúkt hvørt um annað.


Altso tá ið áleyparin rennir seg beint inn í verjuleikaran. Hann ætlar sær at troka ígjøgnum mótstøðuna, heldur enn fram við henni.


Tað havi eg í frásagnum roynt at kalla TROK. Eitt orð sum mær dámar sera væl – tí tað hevur so nógvar týdningar – og kann skiljast sum eitt heilt grundleggjandi fyribrigdi í hondbólti og mongum øðrum ítrottargreinum.


Tað snýr seg um at troka seg fram við mótstøðu og forðingum, men tú mást troka rætt. Við hegni, snildi og fimi, mást tú framvið.


Roynir tú í staðin at troka teg beint ígjøgnum, er líkamikið hvussu stórur og sterkur tú ert. Tá missur tú bóltin – og kanst tapa dystin.


Og so er tað eisini so sigandi fyri hondbóltin, sjarmuna og avbjóðingarnar, ið hondbóltur hevur við at fáa øll at semjast um hvat er loyvt og ikki. Oftast er niðurstøðan, at tá onkur í tínum parti trokar, er púra rætt farið fram – men tá ið hini gera tað, er tað ófantaligt álopsspæl, og tey skulu missa bóltin.


Dystir verða í heilum avgjørdir av, um onkur annaðhvørt hevur trokað seg inn í verjuna – ella otað seg fram við verjuni.


Besta dømi um tað er størsta úrslitið nakrantíð hjá manslandsliðnum higartil. 27-26 sigurin á Kekkia.


Føroyar hava misnýtt møguleikan at avgera dystin í álopsstøðu, og nú hava kekkar knappliga hálvan minutt at javna. Tað eydnast føroyingunum at koma í verjustøðu. Vit verja 5-1 við Eliasi E. á Skipagøtu frammi. Kekkarnir taka málverjan út, og seta sjeynda áleyparan inn. Teir byrja at trýsta av vinstra vongi og flyta seg tvørturum vøllin. Elias má bakka inn ímillum Brand Halgirsson og Sjúrð Olsen í okkara vinstru síðu. Og har trokar kekkin seg inn á teir. Beint í krovið á Brandi og síðani Eliasi.


Ein frásøgumaður nakrar fáar metrar burturi hoppar, dansar og geylar sum býtt – og gloymir allar bendingarreglur.


“Teir gera trok! Teir gera trok! Vit fáa bóltin! Føroyar vinnur! Føroyar vinnur! Føroyar vinna! “


Serfrøðingurin við síðurnar av er skjótur at taka saman um eina hina mest avgerandi støðuna í føroyskum hondbólti nakrantíð:


“Tað kundi saktans dømast”


Eingin í Føroyum var í iva: Tað var TROK.



Føroyska U19-mansliðið fegnast um at hava trokað seg fram við Hvítarusslandi inn í EM-endaspælið.

댓글


bottom of page