top of page
Helgi

Hálvfinaludetaljan

Dagsins hálvfinaludetalju átti Bjarni í Selvindi, sum hevur verið úti við skaða seinastu vikurnar, og segði við venjarin at hann var klárur at spæla í gjár.


Tað er eingin loyna at Bjarni er ein darling hjá Trok-redaksjónini, serliga hjá eldra trokbeiggjanum. Tað er ikki løgið tá hann ger sum á hesum filminum, meðan stóri trokarin sigur frá fyri FM1.




Rættindini til filmin eigur Live.hsf.fo, og vit vísa hetta við loyvi frá Hondbóltssambandi Føroya.


Hálvfinalupoddur

Vit tóku saman um fyrru hálvfinalurnar tá Sjúrður kom heim eftir dystin á Skála. Hoyr hann her, á Spotify ella á Apple podcast.




Comments


bottom of page