• Helgi

H71 framvegis ósigraðar, men Stjørnan vil meira

Toppdysturin í SMS-deildini mikukvøldið, millum H71 og Stjørnuna endaði við 34-31 sigri til heimaliðið. Dysturin var spennandi til tað síðsta, og eina løtu sá tað úr sum at Stjørnan kundi vera fyrsta lið sum fór at vinna á hoyvíkingum í ár.

Maria skeyt 11 mál í dystinum ímótu Stjørnuni mikukvøldið. Mynd: Jan Sørensen/H71

Mansverjan riggaði leingi


Stjørnan valdi at mansverja Janu Mittún nærum allan dystin. Tað riggaði sum tað skuldi. Ungi hoyvíkingurin fekk ikki nógv at arbeiða við. Málini hon skoraði vóru upp á skjótálop tá Stjørnan misti bóltin. Ábyrgdin í H71-álopinum var tískil løgd á hinar. Serliga var tað Maria Hallsdóttir Weyhe sum enn eina ferð gjørdi fleiri mál og hevði nógvar fríspælingar. Maria fekk 11 mál í dystinum, harav trý brotskøst.


Eisini Elsa Egholm gjørdi vart við seg tá Stjørnan valdi at mansverja Mariu samstundis sum tær mansvardu Janu.


Kundi koppað hinvegin

Durita Jojic fekk eitt lítið smíl fram, hóast hon ikki var nøgd við avrikið. Mynd: Sjúrður Hoydal

Stjørnan spældi tolið álopsspæl, og spældu seg fleiri ferðir væl ígjøgnum H71-verjuna við flottum fintum og fríspælingum. Eisini stóðu tær væl í verjuni, og fleiri stórbjargingar frá Teresu Eidesgaard.


Durita Jojic smekkaði fleiri bóltar í netið tá mest á stóð. Hon endaði við at fáa seks mál. Tíverri fyri gestirnar var tað ikki nóg nógv til at vinna dystin. Hon segði eftir dystin at tað var ein keðilig kensla hon stóð við tá avtornaði.


- Vit eru ikki heilt samanspældar enn, og tí gera vit stór mistøk serliga í verjuni. Hartil mangla vit nakrar leikarar í dag sum høvdu gjørt mun, sigur hon.


Durita Jojic sigur eisini at tær bæði skulu arbeiða við tí mentala og tí fysiska fyri at kunna vinna dystir sum hendan.


- Tað er ikki gott nokk at liggja nummar fýra, sigur hon avgjørd.


Samrøður við Duritu Jojic og Inga Olsen kunnu hoyrast her, ella á Spotify. Tú finnur okkum har við at leita eftir "Trok.fo"





Dómaraseðil: