top of page
Helgi

H71 kvinnur hava skrivað søgu - eru millum seinastu 16!

H71 kvinnurnar vunnu samanlagt á Spono Eagles úr Sveits, hóast tap sunnukvøldið. Tað merkir at tær skulu spæla enn eitt umfarð í European Cup kappingini.


Kvinnurnar hjá H71 eru fyrsta lið í føroyskari hondbóltssøgu sum spæla seg til triðja umfarð í evropakapping. Hóast dysturin endaði 28-31 til Spono Eagles í kvøld, so endaði samanlagda úrslitið 65-57


Tað merkir at H71 aftur skulu spæla evropadystir 8. januar 2022 tá næsta umfar verður spælt. Enn er ikki greitt hvat mótstøðuliðið verður.


Mark Laursen Marcher venjari hjá H71 sigur at góða byrjanin leygardagin legði lunnar undir samanlagda sigurin.


Hoyr endan, samanumtøku og samrøður við fegnar hoyvíkingar og ein skuffaðan Eagles leikara.



Viðmerkjarin á Fm1, Andrias Eriksen, kjósaði Rannvá Olsen sum dagsins leikara í dag. Hon gjørdist toppskjútti við 7 málum. Dómaraseðilin sæst her.



Comentarios


bottom of page