Mótstøðan er øgiliga sterk, tá ið Drammen bjóðar H71 av í Evropa Cup. Men H71 droymir um at gera ein vørr og skelka hondbóltsevropa.
Vit vitjaðu H71 til seinastu venjingina áðrenn Evropa Cup
Venjingin hjá monnum er um at enda, og leikararnir skjóta nøkur seinastu brotskøst, síggja nøkur seinastu videobrot og hava ein seinasta fund kvøldið fyri Evropa Cup dystin ímóti Drammen.
Mótstøðan verður øgilig, tá ið eitt tað besta liðið úr Norra kemur á vitjan, og í vikuni vann Drammen eisin knúsandi stórsigur á Nærbø í fremstu norsku deildini.
Men í H71 eru leikarar, sum bæði við H71 og landsliðunum - og bæði í ungdóms- og vaksnamannahondbólti, hava skelkað sterk mótstøðulið.
Vit prátaðu millum annað við Pætur Thomsen, sum hóast hann enn bert er 25 ár, er av royndastu leikarunum hjá H71. Hann segði millum annað soleiðis:
- Vónirnar eru góðar. Lagið á hópinum er gott, og allir eru spentir at møta einum útlendskum liðið.
- Tá tú fært møguleikan, so snýr tað seg um at vera klárur og taka av. So vit fara inn at pressa reyvina úr buksunum og gera okkara allarbesta.
- Vit møta einum toppliði úr Norra. Tað er eitt sterkt lið. Teir føla seg kanska sum favorittar, og tað kann koma at bíta teir í reyvina.
- Vit spæla á heimavølli, og eg vóni at nógvir áskoðarar koma í høllina, so at okkara treytir eru góðar
- Vit hava nógvar ungar leikarar. Men nógvir av hesum ungu dreingjunum eru vanir at spæla stórar dystir - bæði fyri H71 og landsliðið, so eg eri slett ikki í iva um, at teir vera klárir til dystin.
- Eg droymi um ein stuttligan og góðan dyst við nógvum áskoðarum og so hevði tað verið stuttligt at surpreisað hondbóltsverðina og fingið tvey stig.
Hoyr alla samrøðuna við Pætur Thomsen niðanfyri:
19 ára gamli málverjin, Pauli Jacobsen, hevur drigist í so nógv við skaðar, men er nú til reiðar til sín fyrsta dyst í Evropa Cup. Hann segði millum annað soleiðis:
- Vit eru allir ordiliga spentir og vit eru byrjaðir at fyrireika okkum - ikki bara taktiskt, men eisini mentalt nú.
- Vit málmennirnir hava saman við Jens hugt nógv eftir video, so vit eru so klárir sum vit kunnu vera ímóti teirra skjúttum.
- Eg vænti tað verður ein trupul dystur at spæla, har vit skulu vera taktiskt klókir.
- Teir eru øgiliga sterkir í høgum tempo, so vit mugu avslutta álopini ordiligt og gera so fáar tekniskar feilir sum yvirhvøvur gjørligt.
- Eg haldi hetta fer at vera eitt tað besta liðið eg havi spælt ímóti - sjálvandi havi eisini spælt onkrar dystir í bestu deildini í Danmark - men hetta er eitt tað besta liðið í Norra. Teir hava nógvar ungar góðar leikarar eisini.
- Eg havi vant fult við í tríggjar vikur. Eg var úti við einari blokadu, og havi havt ein langan skaða í fótinum. Tað hevur verið øgiliga svingandi seinastu árini - So eg vóni, at eg eri komin ordiliga fyri meg nú.
- Eg trúgvi uppá, at um vit fáa dystin yvir í okkara treytir, so kunnu vit gera ein vørr og vónandi vinna.
Hoyr alla samrøðuna við Paula Jacobsen niðanfyri
Venjarin, Simon Olsen, er farin undir sítt næsta kappingarár í H71, og hann gleðir seg sum vera man til nýggja avbjóðing. Hann segði millum annað soleiðis
- Nú eru vit spentir. Vit hava glett okkum nógv til hesar dystirnar ímóti Drammen
- Tað er trupult at siga hvussu klárur mann er til slíkar dystir, men vit hava fyrireikað okkum gjølla sum vit plaga - og avtalað hvat vit vilja á vøllinum og hvar vit vilja raka Drammen.
- Tað sum eg vænti verður heilt avgerandi er, at vit minimera kontrafasina hjá teimum. Teir vilja ordiliga gjarna renna, og tað verður okkara uppgáva at skapa okkum góðar treytir fyri at renna heim og fáa spælt seks ímóti seks.
- Vit skulu ansa eftir at ikki broyta okkara fyrireikingar ov nógv, bara tí at mótstøðuliðið eitur Drammen. Men vit hava sjálvandi brúkt nógvar tímar við video.
- Vit hitta eitt sera sera gott lið, men eg havi eisini ta fatan, at har koma ofta skelkir fyri í ítrottarheiminum. Og vit vóna at skelkurin verður til okkara fyrimun næstu tíggju dagarnar.
- Eg gleði meg vegna H71, men eisini føroyskan hondbólt sum heild. Eg haldi at tað er sera umráðandi, at føroysk feløg taka stig til at fara út í Evropa, so at vit eisini kunnu flyta felagshondbóltin fram - og at øll koma at stuðla.
- Vit droyma um, at dysturin enn er opin tá ið vit fara til Norra. At vit eftir dystin leygardagin, framvegis hava møguleikan tá ið vit fara til Norra.
Komentáře