• Helgi

H71 sigraði í stórsteypaskjótikapping

Stórskjúttarnir skutu um kapp í stórsteypadystinum um Lions-bikarið sunnudagin


Sætta árið á rað hava H71-menn tikið mynd við Lions-bikarinum


Peter Krogh og Filip Jojic hóreiggjaðu sær í stórsteypadystinum sunnudagin. Teir skutu 13 mál í part – Men kortini stóð ein ungur føroyskur málverji sterkast í myndini.


Talan var um ein tættan fyrra hálvleik. H71 byrjaði við at leggja seg á odda, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki var heilt tætt. Liðini skiftust um at taka leiðsluna fram til hálvleiks. Tá var H71 var odda 13-14.


Hóast stórskjúttarnir, Peter og Filip hóreiggjaðu sær við rimmar skotum, so høvdu málverjarnir fatur á nógvum skotum. Sasha Lacok hevði fleiri góðar bjargingar fyrstu minuttirnar, og virkaði til, at VÍF helt fast meðan tað haltaði í álopinum.


Tað var ein lítil steðgur í fyrra hálvleiki tá ið Magnus Müller og Pauli Mittún brustu saman. Tað sást beinan vegin at báðir bløddu, og máttu út á skaðastovuna at seymast. Magnus Müller í høkuni og Pauli Mittún í pannuni. Teir komu ikki aftur í høllina fyrr enn eftir dystarlok – báðir høvdu tað fínt undir umstøðunum.


Seinni hálvleikur var somuleiðis javnur. Seinastu løtuna høvdu hoyvíkingar hug at renna undan, men avgerandi bjargingar frá Sasha Lacok í VÍF-málinum og vantandi neyvleiki hjá hoyvíkingum gjørdi, at dysturin fór í longda leiktíð.


Seinastu fimm minuttirnar av longdu leiktíðini varð dysturin avgjørdur. H71 skoraði upp á nærum alt, og hóast vestmenningar royndu sítt, eydnaðist tað ikki at hanga í.


Dysturin endaði 33-31 til H71, og H71 hevur sostatt vunnið Lionsbikari fyri sættu ferð á rað.


Hóast toppskjúttarnir Filip Jojic fyri Víf og Peter Krogh fyri H71 spældu væl, fara vit á TROK at kjósa Sasha Lacok til dagsins leikara. Hann átti stóran leiklut í at teir gulu vóru so væl við leingi í dystinum – Flott avrik av unga málverjanum.