Neistakvinnur høvdu eina sera góða viku, meðan Team Klaksvík og StÍF gjørdust stóru tapararnir í Burn-deildini hesa vikuna
- Vit taka skjótt saman um. Allir dómaraseðlar eru frá hondbóltskjak. Úrslit og stigatalvur frá hsf.fo .
Vit byrja við SMS-deildini, har Neistin vann tveir dystir, og klatraði upp á næstfremsta plássið.
Gevið gætur at stórur munur er á, hvussu nógvir dystir hvørt lið hevur spælt.
Í Burn-deildini flutti nógv seg. Kyndil vann seg av niðasta plássið, men fekk ikki koppað VÍF. Team Klaksvík hevur nú tapt tríggjar teprar dystir á rað. Ímóti KÍF var tað eftir at hava verið á odda so at siga allan dystin. KÍF er framvegis ósigrað á fremsta plássið eftir fimm sigrar og tveir javnleikir. StÍF er niðast eftir tveir lemjandi ósigrar.
Vit taka saman um vikuskiftið í trokpoddinum í annaðkvøld.
Mánakvøldstrokið kemur um tað liggur fyri hjá Sjúrði at skriva.
Vit hoyrast / lesast vónandi aftur skjótt
Comments