top of page
  • Sjúrður

Hetta trokaði í fyrsta umfari

Updated: Sep 17, 2021

Blaðungur strikuspælari hjá Neistanum, Vuk, Hans Eli, Filip, Kyndilsverja, Team Klaksvík og Stjørnan trokaðu seg á eftir fyrsta umfar


Nakað kom fyri leygardagin, so vit trokaðu okkum tíverri ikki inn í nakra høll hetta vikuskiftið. Eg mátti fylgja við á stroymingini hjá HSF, og eg hevði sett mær fyri at síggja KÍF - VÍF hjá BURN monnum og tað sum eg hevði tíð til av StÍF - Kyndil hjá SMS kvinnum - Umframt fyrsta dystin hjá EB ímóti H71. Meira um hann longur niðri á forsíðuni.


Stroymingin kiksaði í Kollafirði (tað ger einki - tað kann henda), so ætlanin varð broytt til Neistin - Team Klaksvík hjá monnum. Og tað gjørdist vorðið sum dystur.


Full ferð á, og hvørja ferð eg hugdi burtur var dysturin broyttur.


Tað var spennandi at síggja nýggju neistamennirnar, Vladan Abramovic í málinum, og Felix Már Kjartansson á bakkinum - og langt frammi í verjustøðu.


Blaðungur neistamaður trokaði hinar burtur


Men tað, ið púrasta trokaði alt burtur úr huga, var strikuspælarin hjá Neistanum. Hann byrjaði skjótt við tveimum sera góðum málum, og eg kendi á mær at hava sæð hann áður- og jú.


Sterki strikuspælarin var Isak Vedelsbøl, ið eg mintist frá steypafinaluni hjá dreingjum 16(!) í vár - og dreingir 18 tveir dagar seinni.

Nú - eitt hálvt ár eftir at hava spælt við dreingjum 16 - spældi hann meginpartin av dystinum í miðverjuni og á strikuni. Og hann takkaði fyri við sjey málum. Isak gjørdist toppskjútti Neistans sunnudagin, og tykist longu nú hava trokað seg framat í vaksnamannahondbólti.


Men Neistin rakk ikki til sigurs.

Tað minti ikki sørt um dystin, sum Team Klaksvík vann á Neistanum á heimavølli tíðliga í kappingarárinum í fjør. Neistin helt seg verða betri fyri í orku, og settu ferðina upp - men tað kostaði onkursvegna í brendum skotum ímóti einum framúr málverja, og hesum revsaðu klaksvíkingar við Vuk Stevanovic á odda. Øgiligur leikari. Neistin hevði møguleika at javna, og eg hugsaði við tveimum minuttum eftir, at bæði stigini kundu enda í Havn.


Stjørnan skínur aftur


Men Team Klaksvík vardi fyri, og eftir 32-31 sigur fóru stigini til Klaksvíkar. Har hevði Stjørnan ein tíma fyrr tryggjað sær ársins fyrsta sigur við knúsandi 35-17 sigri á VB. Og Stjørnan sendi tekin um, at tær meina altso álvara nú.


Tá ið eg segði frá Stjørnuni í fjør (ov sjáldan tíverri), sat eg við kensluni av, at tær allatíðina vóru skerdar onkustaðni, umframt tær, ið ikki spældu vegna barnsburð.

Nú tykjast tær allar at vera til reiðar í senn, og eru stórfavorittar ímóti EB um tvær vikur. Og so mundi tað vísa seg at rigga væl at fáa Duritu Jojic aftur til Klaksvíkar. Tað verður spennandi ímóti sterkari mótstøðu.


Eg tori at siga, at leygardagurin 2. oktober verður spennandi. Tá spæla Neistin og H71 samstundis sum Kyndil og Stjørnan. Og tey fýra munnu vera favorittarnir til at troka seg í endaspæli nú.


Kyndilsverjan knógvaði Føroyameistarunum


Kyndil vann greitt á Skála ímóti StÍF sunnudagin. 27-21. Súna Krossteig Hansen bar ein høvuðsleiklut við 12 málum. Fýra eftir brotskast. Haldi eisini at tað eydnaðist væl við Turið Arge á bakkinum í løtum. Har kom gott trýst á StÍF-verjuna. StÍF-álopið skramblaði onkursvegna saman í seinna hálvleiki, eftir at hava fylgt við í fyrra.


Kyndilsverjan saman við nýggja málverjanum, Nicoline Poulsen Kirk, fekk fatur á øllum, og nýggi málverjin vísti ein øgiligan arm fram, tá ið hon tveitti onkran grótharðan og sera neyvan bólt fram í skjótálop. Kyndil kundi vunnið uppaftur greiðari enn 27-21.


Hans Eli og Filip: Alt er sum tað eigur


Eg sá ikki dystin í Kollafirði, men eg haldi at KÍF staðfesti tað, ið mong hava grunað: Kollfirðingar eru við í ár. Og serliga Hans Eli Sigurbjørnsson trokar seg fram í huga tá ið eg hyggi eftir dómaraseðlinum.


Hans Eli fekk sær 11 mál úr opnum spæli - og eg kann bert ímyndað mær, at hetta hevur verið ein skjótidystur við Filip, sum vit so mangan hava sæð. Tó eitt sindur sjáldnari seinastu tíðina, tá ið Hans Eli hevur mær tykist nakað darvaður. Gott at vit hava tað aftur sum tað skal vera hjá teimum báðum stórskjúttunum. Filip skoraði 10 mál. Eitt eftir brotskast.


Bestu leikararnir hesa vikuna sambært TROK:


Vit mugu velja Vuk Stevanovic at vera besta leikaran hetta fyrsta umfarið í BURN mansdeildini. Onkuntíð tykist tað sum at viðleikararnir bert mugu royna at fylgja hvat Vuk nú finnur upp á. 14 mál. 12 teirra úr opnum spæli, og ein sera góður sigur til Team Klaksvík. Í ár standa klaksvíkingar veruliga á gáttuni til endaspælið.


Í SMS kvinnudeildini haldi eg at vit sóu nógv góð avrik. Tað er kanska lítið áhugavert at velja toppskjúttarnar til dagsins leikara hvørja ferð, men so fer ofta at vera í hondbólti, og so verður eisini hesaferð.

Súna Krossteig Hansen er dagsins leikari fyri sítt avrik ímóti StÍF. Hon skoraði renniskot, hoppiskot, og serliga síni eyðkendu gjøgnumbrot. Og so er tað bara flott at skora 12 ferðir ímóti Momoko Nakamura - fýra vóru eftir brotskøst.

Vit vóna at knøini halda til uppaftur fleiri slík avrik.



bottom of page