• Sjúrður

Janus fer til Íslands

Janus Dam Djurhuus úr H71 spælir komandi kappingarár í ÍBV í Íslandi.





Ungi vinstri vongurin hevur skrivað tvey ára sáttmála við íslendska felagið


ÍBV hevur frammanundan Dánjal Ragnarsson í hópinum, eins og Ingibjørg Olsen spælir við kvinnuliðnum.


ÍBV endaði á triða plássið í grundspælinum og er í løtuni í fjórðingsfinaluni um Íslandsmeistaraheitið hjá monnum.


Les meira frá ÍBV á Facebook við at trýsta HER