top of page
Sjúrður

Kjartan droymir um meira

Updated: May 17, 2022


- Nú er tað heim til Norra aftur, sigur Kjartan Johansen, sum hevur skrivað sáttmála við Bækkelaget í Norra. Kjartan takkar fyri seg eftir eitt trupult ár í Svøríki, har hann kortini spældi ein týðandi leikluti í niðurflytingarstríðnum, tá ið tað eydnaðist Önnereds at varðveita plássið í fremstu svensku deildini.


Trok.fo prátaði við føroyska landsliðsleikaran, sum fer aftur á kendar leiðir í Norra.



(Mynd: Harald Bjørgvin): 26 ára gamli Kjartan Johansen hevur longu nomið sær drúgvar altjóða hondbóltsroyndir. Bækkelaget SK verður fimta útlendska felagið hjá strandinginum




Kjartan Johansen hevur áður nomið sær góðar royndir í norskum topphondbólti, har hann hevur umboðað bæði Fyllingen Bergen og Viking Stavanger í fremstu deildini. Nú roynir hann so Bækkelaget úr Oslo.


- Eg havi longu roynt hinar báðar norsku stórbýirnar, so nú taki eg tann triðja, heldur Kjartan fyri, og greiðir okkum frá um sítt nýggja felag:


- Bækkelaget er eitt miðlið í fremstu norsku deildini. Teir blivu nummar átta í grundspælinum og spæla í løtuni playoff í endaspælinum ímóti Elverum, greiðir Kjartan frá, tá ið vit hitta hann í telefonini.


Komandi kappingarár skal Kjartan so royna seg ímóti slíkum risum sum Elverum - sum hevur gjørt nógv um seg í Champions League í ár - og so nýggja stórliðnum, Kolstad, ið millum annað fær Sander Sagosen í hópin.


Kjartan hevði í roynd og veru sáttmála fyri eitt ár afturat í Svøríki, men semja var um at steðga samstarvinum longu nú. Hetta eftir eitt vónbrótandi ár, har skaðar hava darvað nógv.


Avloysir stóra stjørnu í Oslo


- Eg havi ikki spælt eitt so gott kappingarár her í Svøríki og fór at leita aftur til kontaktir í Norra, greiðir Kjartan frá


Fyrra hálva av hesum kappingarárinum var einki serligt. Í januar var kortini nakað at fegnast um. Á myndini prátar ein fegin Kjartan Johansen við FM1 eftir sigurin á Lettlandi.

- Bækkelaget kendi alt til mín. Teir missa nú sín høgra bakk ígjøgnum nógv ár, sum hevur verið toppskjútti í bestu deildini í fleiri ár. Hann gevst nú, og so ringdu teir til mín.


Og tað verður vorðið sum arvur at lyfta hjá Kjartani, tá ið hann fer at gera seg til reiðar á høgra bakki hjá Bækkelaget.

Hann avloysir nevnliga Emil Midtbø Sundal. Hann var í árunum 2017 til 2021 toppskjútti í norskum hondbólti fimm ár á rað. Í 2017 rakk tað til silvur, sum eisini er besta úrslitið hjá Bækkelaget higartil.


Kjartan hugsar tó fyrst og fremst um at fáa eitt betri kappingarár enn í ár. Tí árið í Svøríki gekk als ikki eftir vild.


(Mynd: Harald Bjørgvin) Kjartan Johansen er av týdningarmestu leikarum á landsliðnum í dag. Her økir hann um føroysku leiðsluna ímóti Lettlandi

Strævið ár í Svøríki


- Eg komi til Svøríkis at venja áðrenn summarferiuna, og vit finna útav at standurin er ikki so góður. Eg havi tað, sum kallast “jumpers knee” í báðum knøunum. So er meiningin at eg skal gerast frískur um summarið, men tað hendi so ikki. Og tá ið eg so møti her aftur, koyri eg beint inn í “pre-season” við tveimum ringum knøum.


- Og tað gekk jú illa, sigur Kjartan, sum fekk uppaftur fleiri trupulleikar í Svøríki.


- Tá ið eg so endiliga byrji at raka ein nøkulunda hondbóltsform, bróti eg nøsina eina viku áðrenn kappingarárið byrjar, og so eri eg úti í fýra vikur eyka.


- Og so at berja meg aftur í hondbóltsform. So tað tók longri tíð enn ætlað, og eg hevði sum so ikki spælt ein góðan dyst tá ið vit komu til jólar, sigur strandingurin sum kortini eydnaðist við at vísa seg fram í Svøríki:


- Eg havi tíbetur rakt nakrar fínar dystir nú - serliga ímóti endanum. Ein segði mær at eg havi skorað flest mál í niðurflytingarspælinum. Tað visti eg ikki sjálvur, sigur Kjartan, sum altso átti sín lut í at Önnereds yvirlivdi í fremstu deildini.



(Mynd: Harald Bjørgvin) Kjartan er eyðkendur við sínum snilda spæli. Her hevur hann snýtt lettlendsku verjuna og er leysur ímóti málinum


Triðju ferð eydnaðist uttanlands


Eftir vónbrótandi árið í Svøríki gleðir Kjartan seg at koma aftur til Norra, har hann spældi frá 2017 til 2021. 26 ára gamli strandingurin hevur longu eina langa yrkisleið í norðurlendskum hondbólti at vísa á, hóast hon stundum hevur verið nakað knortlutt.


Fyrsta royndin var Team Sydhavsøerne í næstfremstu donsku deildini.

- Tað gekk av hundanum til, sigur Kjartan, sum skjótt skifti aftur til StÍF, og fortelur: - so kom eg heim aftur til tað trygga í eitt hálvt ár. Eg hugsaði sum so ikki at eg skuldi fara út aftur. Men alt broyttist tá vit komu til HM í Algeria í 2017.


Flottu avrikini við HM-endaspælið í Algeria førdu til ein sáttmála við Fyllingen Bergen, sum árið frammanundan var endað nummar seks í fremstu deildini, og millum annað spældi Evropa Cup.


- Eg spældi so eitt ár í Bergen og tað gekk umaftur nokk so illa, minnist Kjartan, og leggur afturat, at tá var hugurin ikki so góður at halda fram.


- Men so ringdi Viking Stavanger. Eg hugsaði ikki at tað var tað feitasta at fara niður í næstfremstu norsku deildina, sigur Kjartan, sum kortini tók av, og saman við øðrum føroyingum kom at seta sín dám á Viking Stavanger, sum við Kjartani sum toppskjútta flutti upp í fremstu deildina í 2020.



(Mynd: Viking) Kjartan Johansen var toppskjútti í norsku 1. deild, og gjørdi sítt til at VIking flutti upp í Rema 1000-liguna

Vinstri armurin á Kjartani átti aloftast høvuðsleiklutin í álopinum tey trý árini í Stavanger. Har eyðkendi Kjartan seg í norskum hondbólti við sínum snilda spælistíli, ið er sermerktur við gjøgnumbrotum, innspølum á strikuna, útspøl á vongin - og rimmar skotum.


- Tað gekk væl, og nú royndi eg so at fara eitt stig víðari, sigur Kjartan um skiftið til Svøríkis á sumri í 2021.


Bækkelaget verður altso fimta útlendska felagið hjá Kjartani, sum kortini ikki altíð droymdi um at spæla hondbólt úti í stóru verð.


(Mynd: Harald Bjørgvin) Kjartan eftir enn eitt væl eydnað álop. Komandi kappingarár skulu álopini aftur eydnast í Norra

Droymdi ikki um útlond


Kjartan Johansen vaks upp í góðum ítrottarumhvørvi á Strondum, og spældi bæði hondbólt við StÍF og fótbólt við Skála.

- Eg havi ein pápa sum hevur verið venjari hjá okkum í bæði fótbólti og hondbólti og hevur verið eyka pápi hjá øllum vinmonnunum, sigur hann.


Tað hevur altíð verið hondbólturin sum hevur fylt mest hjá Kjartani


- Ítrottur fylti altíð nógv, og hondbólturin altíð fylt eitt lítið sindur meira. Eg havi ein pápa og tveir pápabeiggjar sum spældu við StÍF og eina systur, sum var góð frá ungum aldri eisini, sigur Kjartan. Systurin, Ninna, er í dag liðskipari á kvinnulandsliðnum.


- Eg minnist serliga at Ninna bleiv ársins stjørnuskot og ársins leikari sama ár, og eg hugsaði at hatta skal eg eisini klára, tá ið eg verði 17 ár.


Sum 14 ára gamal fór hann at hugsa um at fara á eftirskúla, og um tað nú skuldi vera við denti á hondbólt ella fótbolt. Avgerðin fall á hondbóltseftirskúla í Viborg saman við fleiri øðrum føroyingum. Samstundis komu møguleikarnir fyri landsliðhondbólti tá HSF setti gongd á ungdómslandsliðini.



“Aha, tað ber faktiskt væl til”

- Samstundis sum eftirskúlin endaði, byrjaðu ungdómslandsliðini at koma, minnist Kjartan, sum er víðagitin saman við sonevnda 96-árganginum, sum framdi nógv stór avrik - ikki minst við at spæla seg til HM, sum fyrsta føroyska liðið nakrantíð.


- Tað var nokk so serligt við okkara árgangi í ungdómslandsliðnum. Vit, sum vóru føddir í 96 spældu saman við teimum sum vóru føddir í 94. So tað kendist altíð sum vit vóru langt aftanfyri hinar, tí vit vóru tvey ár aftanfyri. - Men so fóru vit einaferð til Sveis til U20-EM-undankapping, og har funnu vit útav at vit bert vóru tvey mál frá at spæla okkum víðari. Í 2017 hendi tað so, at vit spældu okkum til HM í Algeria, og vit hugsaðu “aha, tað ber faktiskt væl til”, greiðir Kjartan frá, sum longu sum 19 ára gamal fekk fyrstu A-landsliðsdystirnar.



Kjartan og landsliðið í stórari menning


Tað var til Emerging Nations Cup í Kosovo í 2015. Ein kapping sum Føroyar vunnu.

Tað var eitt lægri støði, enn tað, sum føroyska A-landsliðið er vant at spæla nú, greiðir Kjartan frá.


- Man mátti byrja onkustaðni, og so bleiv tað størri og størri. So spældu vit okkum til EM-undankappingina, og tað fyrsta vit gjørdu var at spæla javnleik ímóti Montenegro, minnist Kjartan, sum longu í nógv ár hevur verið av týdningarmestu leikarum á manslandsliðnum. Eitt nú bar hann liðskiparabandið, tá ið Føroyar fingu størsta úrslitið higartil, tá ið tað eydnaðist at vinna EM-undankappingardystin á Kekkia í 2021.


Vil røkka ovastu mørkum


- Alt veksur. Vit blíva betri og betri og har koma fleiri og fleiri og betri spælarar. Nú tosar mann so um eina høll og fjølmiðlarnir gera nógv burturúr hondbóltinum. So alt veksur. Og ikki ov skjótt, men upp á ein góðan máta.


Kjartan sjálvur heldur eisini fram at menna seg, og har er framvegis rúm at røkka einum uppaftur hægri støði. Tað er í øllum førum ætlanin, nú hann aftur fer at royna seg í Norra.


- Eg havi altið droymt um eitt lítið sindur meira, so eg vóni at fáa eitt gott kappingarár nú, og so kundi tað gingið so væl, at man kom til eitt uppaftur størri lið, har tað er uppaftur meira professionelt. Eg vil gjarna sleppa at uppliva tað støðið, sum einaferð verður mín grensa. Og tað haldi eg ikki at eg havi roynt enn. Um tað er í Danmark ella á einum betri liðið í Norra ella Svøríki, tað veit eg ikki, sigur Kjartan at enda.






Comments


bottom of page