• Helgi

Kollfirðingar smurdir av á heimavølli

Mikukvøldið taptu Kíf sín fyrsta dyst í Burn deildini í ár. H71 løgdu seg omaná frá fyrsta bríksli, og vunnu so at siga dystin í fyrra hálvleiki. Dysturin endaði 15-28 (5-17).


Síðst í greinini kanst tú hoyra samrøður sum Sjúrður gjørdi við venjararnar báðar eftir dystin. Millum annað leggja bæði Julian Johansen og Simon Olsen, favorittleiklutin á hvønn annan.


Pauli stongdi


Hóast hann bert spældi fyrra hálvleik, var Pauli Jacobsen størsta orsøkin til at hoyvíkingar avgjørdu dystin tíðliga. Kíf megnaðu bert at skjóta fimm mál teir fyrstu 30 minuttirnar.


Teir reyðu sóu ørkimlaðir út, og einki gekk eftir vild. Í hinum endanum riggaði tað mesta hjá gestunum.


Í seinna hálvleiki skiftu hoyvíkingar Torstein Sivertsen inn í málið. Hann hevði eisini fleiri bjarginar.


Venjarin hjá H71, Simon Olsen, sigur tað væntandi verður ein annar dystur tá liðini bresta saman aftur sunnudagin.


Manglaðu Nyberg


Kíf høvdu ikki Morten Nyberg við í dystinum mikukvøldið. Danin hevur serliga verið sterkur verjuleikari hjá Kollfirðingum í ár.


Venjarin hjá Kíf, Julian Johansen ásannar eftir dystin, at teir ikki raktu dagin. Samstundis rósar hann mótstøðuliðnum.


- Tað er ein ring kombinasjón. Vit spæla illa, og teir spæla væl. Tá hava vit kanska uppiborið at blíva hølvaðir av. Vit spæla ímóti einum øgiliga góðum liði í dag, og skulu vit kappast við teir, so skulu vit taka annað skinn um bak, sigur Julian Johansen.


Í álopinum hjá Kíf var tað Hans Eli Sigurbjørnsson sum var mest eyðsýndur. Hann skoraði átta mál.


Longu sunnudagin bresta H71 og Kíf saman aftur í Hoyvík. Venjarin hjá Kíf vónar at tað verður ein annar dystur.


- Vit skulu ikki spæla ein tílíkan dyst aftur, sigur hann.



Hoyr samrøðurnar her:




Allir málskjúttarnir síggjast her:


Støðan í Burn Deildini: