Nú kunnu øll vit, sum ov gjarna vilja spæla klók, anda út. KÍF er sterkasta liðið í Burn-deildini - júst sum vit øll søgdu áðrenn kappingarbyrjan.
Samstundis vunnu Kyndilsmenn ársins fyrsta sigur, og tað við góðari hjálp frá onkrum afturvendum talenti.
Hjá kvinnunum gekk sum væntað, og Kyndil og Stjørnan vunnu greiðar sigrar á StÍF og VB.
SMS-deildin: Úrslitini sunnudagin (hsf.fo).
BURN-deildin: Úrslitini sunnudagin (hsf.fo).
Les eisini: Yvirlit: Hetta hendi í høllunum í dag
Fyrst og fremst. Lat meg endurtaka, sum eg segði í undantrokinum sunnumorgunin, at eg havi ikki verið so nógv í høllini, sum eg plagi - Og eg stroymdi sunnudagin, meðan eg hevði meira umráðandi áhugamál um oyrini.
Og eg sá tíverri ikki kvinnudystirnar. Men eg vil verja meg við, at mansdystirnir vóru nakað so nógv meira spennandi júst hendan sunnudagin.
So tí skulu mínar meiningar helst takast við upp aftur størri fyrivarni enn vanligt.
Men tað, sum eg sá av VÍF - KÍF var beinanvegin ein munur í manning hendan dystin.
Hanus Christophersen var ikki á VÍF-liðnum. Eg veit ikki hví. Eg veit bert, at tað mundi avmarkað VÍF.
KÍF hinvegin tóktist rættiliga væl mannað, hóast dómaraseðilin ikki var fullteknaður - og tað tóktist mær eisini, at kollfirðingar vistu at teir høvdu meira at skjóta við.
Kollfirðingar settu ein profil fyri og annan eftir á vøllin í bæði verju og álopi - og í málið sjálvt, og hetta gav veruliga avkast í seinna hálvleiki, tá ið KÍF skjótt fór fram um við einum fimm málum.
Vestmenningar komu ongantíð nærri enn trý aftur, og KÍF vann 28-25 í Vestmanna.
Eg fekk ikki hugt so gjølla, men eg legði mær okkurt í geyma.
Fyrst um VÍF-liðið:
Eg var sum altíð hugtikin av Mladeni í málinum. Hann mundi vera stóri leikarin í fyrra hálvleiki.
Harafturat hugsaði eg í fleiri førum, at Heini á Heygum vísti seg væl fram og var øgiliga ágangandi í VÍF-álopinum. Haldi at vit hava bíðja eftir endaliga gjøgnumbrotinum hjá honum eina løtu - tað man vera nær við.
Eg var eisini aftur fegin um at síggja nøkur av málunum frá vinstra arminum hjá Halli Arasyni.
Eg haldi, at hann kann taka hendan fyrsta triðingin av grundspælinum, leggja hann saman við framúr avrikini í endaspælinum í vár, og so møta til landsliðsvenjing við góðum sjálvsáliti mánadagin - og vónandi menna skotið hjá sær upp aftur meira.
KÍF er krútsterkt
Men sunnudagin vóru tað kortini teir lámu í reyðum troyggjum, sum settu størri dám á dystin.
Eg hugsi at tað er nokk so yvirlegi, at eitt føroyskt lið kann spæla Nicklas Selvig á høgra vongi í ein heilan dyst. Ti lámir bakkar hanga ikki úr trøunum í føroyskum hondbólti - ella tað gera teir so í Kollafirði síggja vit.
Vit síggja David Edvardsen mest sum hugna sær við at skipa spælið av høgra bakki og inn á miðjuna, og vit kunnu bara spyrja hví hann hevur spælt so lítið seinastu kappingarárini.
Og so fekk eg endiliga eyguni upp fyri nýggja láma bakkinum í Kollafirði, Morten Kristensen.
Hann tóktist mær eisini at tíma sera væl at spæla - og spældi nakrar fantastiskar fríspælingar á striku og vong. Seinasta KÍF-málið í dystinum var ein slík á strikuna, tá ið Morten vann seg fram við Magnusi í VÍF-verjuni, og tá ið hann so varð takklaður, tveitti Mortin bóltin afturum høvdið til Tony strikuni. Mál til KÍF og útvísing til VÍF.
Og hin síðan av KÍF-liðnum stóð einki aftanfyri - vinstra síðan skoraði eisini øll málini. Hans Eli Sigurbjørnsson og Nikolay Bliznov skutu sjey mál í part. Og tað vóru sjey framúr mál. Eg hevði kensluna av, at Nikolay skoraði mest úr fjarstøðu, meðan Hans Eli mest sum gjørdi sær dælt av, at hann nú fær aðrar at taka nøkur av langskotunum.
Nú sneiddi hann sær ígjøgnum verjuna til frítt skot í fleiri førum.
Verjuveingir
Og so í verjustøðu. Baldur Gillason spældi meginpartin av dystinum á vonginum og vardi bakkur - altso Rúni Joensen-leiklutin í KÍF.
Men Rúni var altso eisini har. Undir liðini á Balduri.
Rúni verður nú skiftur inn í miðverjuna sum verjuserfrøðingur burturav.
Onkur áhugaverd støða var, tá ið Nicklas Selvig vardi fyri vinstra bakki eisini. Tá hevði tú tríggjar vengur standandi í verjublokkinum saman við Tony Weyhe. Tað er sjáldsamt.
Og tað riggaði.
Ella - eg veit ongantíð um tað er verjan ella málverjarnir, sum hava ábyrgdina av mongum bjargingum í slíkum dystum (frætti oftast at tað er eitt samstarv).
Jackob N. Thomsen byrjaði í málinum og hevði fleiri framúr bjargingar. Í seinna hálvleiki kom so Jan Pauli Toft Johannesen inn, og mundi hava uppaftur fleiri.
Altso fyri at taka saman um. so hevði KÍF sunnudagin:
Tveir (tríggjar við Selvig) av bestu høgru bakkum í Føroyum
Tveir av bestu vinstru bakkum í Føroyum
Tveir av bestu málverjunum í Føroyum
Tríggjar vengur, sum duga at verja bakkar
Tony Weyhe
Men ok, tað var ímóti einum skerdum og sveiggjandi VÍF-liðið.
Nú fara teir ivaleyst út og tapa ímóti Team Klaksvík um 14 dagar. Ella ímóti Kyndli vikuna eftir.
Ella fara teir bara ósigraðir ígjøgnum kappingarárið.
Fyrsti kyndilssigurin í ár
Júst Kyndil vann altso sín fyrsta sigur sunnudagin. Tað var ímóti StÍF. Eg ivist ikki í, at hetta ger nakað við sjálvsfatanina hjá StÍF - sum var farið at hugsa um, at bjóða av í topp-4-stríðnum.
Eg fór á live.hsf.fo at lúra í gjárkvøldið, tá ið eg frætti úrslitið, og gjørdi mær hesar hugsanir:
StÍF hevur altso eitt gott álop. Pætur Johansen, Sveinur Justinussen, Jóannes Prestá, Martin Danielsen, Bjarni í Selvindi. Hetta er jú næstan líka góð bakk-keta sum KÍF, ella hvat? Bjartur Már Guðmundsson er eisini har. Kann hann styrkja upp aftur meira?
Kyndil hava eitt sindur færri profilar. Haldi at teir taka seg fram, men teimum vanta veruligar avbjóðarar á bakkinum. Ein skuldi koma úr Danmark skilti eg.
Bíða nú, hvør er hasin nummar 5?
Píkasjey, hatta er Ovi Lützen! Frálíkt at síggja hann á vøllinum aftur. Hvussu langt síðani er tað at hann varð skaddur? eitt ár? hálvtannað? eg minnist ikki. Eg minnist bara ein fót í smæsta smildri.
Sær út til at hann riggar væl nú.
Ná, men StÍF sær út til at hava fult tamarhald á støðuni. Líka mikið hvussu nógv eg spoli fram, so er StÍF trý mál á odda (men ok, eg veit hvat dysturin endar).
Nú eru einir 20 minuttir eftir, og Kyndil fær minkað niður í eitt og tvey mál á muni.
Eg bíti serliga merki í eitt vakurt undirhondsskot frá Kristoffuri Bjørgvin, eitt framúr gjøgnumbrot frá Pæturi Johansen (leggi annars ikki serligt merki til hann)
Og so byrjar Ovi at gera um seg.
Fyrst tveitir hann seg fram og førkar ein leysan bólt í málið. Løtuna eftir langar hann eitt hoppiskot inn.
Men StÍF varðveitir leiðsluna.
Soleiðis sóu vit dramatikkin
Til sjey minuttir resta í. Tá javnar Mads Lindkvist, og eg kenni rómin í høllini ígjøgnum telduskíggjan.
Jóannes leggur StÍF á odda aftur, og Ovi javnar beint eftir. StÍF tekur time-out.
Men nú er fjáltur á. Bólturin verður tveittur burtur. Innkast til Kyndil, og løtuna eftir flýgur Kristoffur ígjøgnum á høgra bakki. Tveitir seg fram, verður hildin - men skjýtur kortini - og so er Kyndil á odda 29-28.
Og StÍF fær útvísing eisini.
Framvegis góðir fýra minuttir eftir. StÍF skal fóta sær, men tað gongur ikki í álopinum, og tá ið strandingar sleppa til skot, stendur Tórður Guttesen fyri í málinum.
Einki mál kemur næstu tveir minuttirnar. Nú er StÍF fullmannað. Hálvur triði minuttur restar i, og Kyndil fær fatur á bóltinum - og tekur time-out.
Og nú gongur galið hjá StÍF.
Dýr misskiljing
Tá ið spælið verður tikið upp aftur, eru átta StÍF-leikarar á vøllinum. Ein ov nógv. Og so er aftur útvísing.
Dugir Kyndil at gagnnýta og avgera? Nei, ikki í hesu støðuni.
Bjarni í Selvindi stjelur bóltin, fer sjálvur fram og so er 29-29. Knappir Tveir minuttir eftir.
Í næsta kyndilsálopinum gongur teimum grønu betri. Anders Risdal sleppur til skot úr níggju metrum, og skorar til 30-29. Góður minuttur eftir.
StÍF roynir aftur.
Jóannes fer ígjøgnum á høgra vongi, men Tórður bjargar og Kyndilsfólk eru á gosi.
Men bólturin støkkur út á vøllin og, og StÍF hevur hann aftur. Og so veksur dramatikkurin enn einaferð.
Ein kyndilsverjuleikari er alt ov seinur og fær um hálsin á einum áleypara.
Beinleiðis reytt til Kyndilsleikaran. 32 sekund resta í, og StÍF verður fullmannað hvørja løtu.
59:59
Pætur Johansen flýgur ígjøgnum verjuna og javnar til 30-30. 15 sekund eftir, og StÍF verður fullmannað um fimm sekund.
Strandingar eru í so seinir at fáa seinasta verjuleikaran hjá sær inn, men júst sum hann kemur upp á pláss fær hann streyfað bóltin, sum tykist leysur.
Men Anders Risdal er árvakin. Hann rennur í bóltin, og sendir hann í netið til 31-30, júst sum klokkan sigur 59:59. Og so kunnu Kyndilsfólk fegnast um ársins fyrsta sigur hjá mansliðnum.
Og tað gera tey eisini.
Dagsins leikari:
Tað er trupult at velja dagsins leikarar tá ið tú ikki sjálvur hevur verið í høllini, og tað er ov seint at spyrja klókari fólk um ráð. Men eg havi nakrar, sum stóðu sterkast í (teldu)-myndini.
Mladen sjálvandi, men eisini Jan Pauli í KÍF-málinum. Sum nevnt eisini Morten Kristensen, Hans Eli og Nikolay Bliznov hjá KÍF. Kanska Nikolay stóð allarsterkast í minninum - hann skoraði eisini nógv.
Í Havn sóu vit nógv sterk avrik eisini. 19 ára gamli Bjarni í Selvindi skoraði aftur níggju framúr mál, javnaði til 29-29 og trekti reyða kortið ímóti dystarenda. Og eg haldi at tað er í tí aldursbólkinum vit fara at finna dagsins leikara.
Hetta er sjálvandi eisini í ovfarakæti av at síggja ein ungan evnaríkan leikara reisa seg eftir ræðuligan skaða. Men Ovi Lützen var púra avgerandi fyri hendan fyrsta kyndilssigurin. Bæði við sínum seks málum - og so eisini í miðverjuni meginpartin av dystinum.
Vit kjósa Ova Lützen til dagsins leikara hesaferð - Hann trokaði seg best fram.
Les eisini: Yvirlit: Hetta hendi í høllunum í dag
Commentaires