• Sjúrður

Lurta: Alt frá H71-bragdinum í Evropa


Maria Halsdóttir Weyhe setti enn einaferð orð á eitt H71-bragd

H71 framdi leygardagin enn eitt bragd í Evropa og spældi seg í fjórðingsfinaluna í EHF European Cup eftir 30-26 sigur á ZRK Naisa Nis úr Serbia. H71 hevði vunnið fyrra dystin 39-38


FM1 segði beinleiðis frá dystinum, og allur rómurin við dystarenda, ovfarakætið á viðmerkjarum, og heldur skilabetri svar frá Mariu H. Weyhe, Janu Mittún og Inga Olsen kunnu hoyrast á trok.fo/lurta og á spælarunum her niðanfyri:



Visti tú at allar frásagnir hjá FM1 verða lagdar út á trok.fo/lurta?