• Sjúrður

Lurta: Alt frá HM-sigrinum á Italia


Peter Krogh var sera fegin um HM-sigurin á Italia. Vit fingu millum annað orðið á hann í øllum róminum. (Mynd: Harald Bjørgvin)

FM1 segði frá, tá ið føroyska landsliðið reisti seg leygarkvøldið eftir øgiliga HM-sigurin á Italia.

Rómurin var øgiligur í Høllini á Hálsi, og ikki minst hjá Sjúrði og Andriasi, tá ið teir søgdu frá avgerðandi løtunum, prátaðu við leikarar og tóku saman um.

Vit prátaðu við Kjartan Johansen, Hákun West av Teigum, Paula Mittún, Trónd Mikkelsen, Paula Jacobsen, Peter Krogh


Allur søti sigursómurin kann endurhoyrast á trok.fo/lurta og á spælaranum niðanfyri


Vit siga sjálvandi frá aftur, tá ið Føroyar spæla seinasta - og avgerandi dystin í hesum umfarinum ímóti Lettlandi klokkan 18.00. Vit byrja at senda klokkan 17.15.

Vónandi verður hýrurin eins góður.



Visti tú at allar frásagnir hjá FM1 verða lagdar út á trok.fo/lurta

Eisini sum podvarp á spotify og apple (leita eftir trok.fo)