• Sjúrður

Lurta: Alt frá HM-sigrinum á Lettlandi


Rói Berg Hansen og Teis Horn Rasmussen vóru sum vera mann fegnir um bragdið, ið teir hava framt saman við føroyska landsliðnum. Hoyr teir seta orð á kenslurnar longur niðri á síðuni

Fagnaðurin (og lættin) var øgiligur í Høllini á Hálsi í kvøld. Eftir vónbrotið - vónknúsandi ósigurin fyri Luksemborg fríggjakvøldið - reisti føroyska landsliðið seg við tveimum rimmar avrikum. Fyrst við at yvirhála Italia á málstrikuni - ella við at halda seinasta italska skotið røttu megin føroysku málstrikuna - og síðani við at vinda burturúr Daynis Kristopans og lettlendska landsliðnum, sum bjóðaði Týsklandi av við EM-endaspælið fyri júst tveimum árum síðani.

Føroyar vunnu fyrsta plássið í bólkinum, og nú er sterkari mótstøða fyri framman. Júst sum føroysku leikararnir ynskja


Her skal skjótt sigast at vit fóru skeivir í frásøgnini. Í ovfarakæti høvdu vit blandað kappingarskipanina saman, og tí skal síggjast burtur frá hesum. Næst á skránni er eitt av teimum 16 londunum, sum enda frá 16. til 24. pláss í EM-endaspælinum, sum verður leikt júst nú.

Sjúrður Hildarson Hoydal frá trok.fo tekur fulla ábyrgd fyri mistakið.


Vit biðja um eina skjóta umbering, og leggja ikki meira í tað. Føroyar skulu víðari til næsta stigið - og vit gleða okkum at siga frá uppaftur sterkari mótstøðu!

Til lukku til allar føroyingar frá trok.fo


á trok.fo/lurta ber til at hoyra alt, sum FM1 sendi frá landsystunum. Á spælaranum her niðanfyri hoyra vit dystarendan, samanumtøku og prát við landsliðsleikarar og venjara.

Vit prátaðu við Róa Berg Hansen, Teis Horn Rasmussen, Jónas Gunnarsson Djurhuus og Peter Bredsdorff Larsen áðrenn Sjúrður og Helgi frá trok.fo gjørdu ein kvikan trokpodd á staðnum.



Visti tú at allar frásagnir hjá FM1 verða lagdar út á trok.fo/lurta

Eisini sum podvarp á Spotify og Apple (leita eftir trok.fo)

Jónas Gunnarsson Djurhuus var sera væl nøgdur við at enn einaferð skrivað søgu á einum føroyskum landsliðið

Vit tveittu allan inhabilitet til viks, og fóru undir eitt brøðravrøvl - eisni kent sum beinleiðis trokpodd. Helgi væl nøgdur við at royna seg sum liðskipara í dag