• Sjúrður

Lurta: Ernir, men vónbrotnir hoyvíkingar


Hoyvíkingarnir í Høllini á Hálsi hómaðu Evropa Cup-skelkin, men endaðu við at tapa 24-22 ímóti norska Drammen HK.

Áskoðararnir fagnaðu kortini sínar leikarar fyri eitt framúr avrik ímóti øgiligari mótstøðu.

Eg og Andrias Eriksen søgdu frá dystinum á bæði FM1 og á stroymingini hjá H71 og HSF .

Lurta eftir okkara samanumtøku her niðanfyri.

.

Her niðanfyri kunnu tit hoyra hvussu seinasta løtan ljóðaði á FM1. Síðani tóku vit báðir Andrias stutt saman um, og prátaðu um dagsins leikarar, áðrenn vit prátaðu við H71-ararnar, Niklas Højgaard Hanusarson, Simon Olsen, venjara, Paula Jacobsen og Róa Ellefsen á Skipagøtu.


(Hetta var ein avbjóðing hjá okkum frásøgumonnum, at samantvinna útvarpan og sjónvarpan.

Eg veit ikki hvussu júst tað mundi eydnast tí kenslurnar fóru frá mær í løtum, og stundum mann tað hava verið mest róp og geyl. Lat tað fara.)


Við at fara inn á Trok.fo/lurta ovast í høgra bredda, ella í skránni um tú brúkar telefonina, kann meginparturin av dystarfrásøgnini hoyrast, umframt annað.


Fyri dystarfrásøgn viðmæla vit at lesa greinina hjá Hilmar Jan á H71.fo (trýst)


Eisini viðmæla vit at lesa Ítrott og rørslu - itrottur.blogspot.com (trýst)



Lurta frá FM1 á spælaranum:


Øll frásøgnin hjá FM1: (Hon byrjaði í 25. minutti)