top of page
Sjúrður

Lurta: Føroyar eru til reiðar til aftursvarið frá Rumenia


Tað verður eitt uppaftur størri stríð leygardagin klokkan 15.00 í Rumenia - Tað eru leikarar og venjarar á einum máli um

Sjúrður frá Troki sigur frá landsdystinum ímillum Føroyar og Rumenia, beinleiðis úr Bukarest á FM1 (lurta á fm1.fo) - Sendingin byrjar klokkan 14.00


Føroyar spæla leygardagin kl. 15.00 føroyska tíð ímóti Rumenia í Bukarest. Trok.fo hevur prátað við føroyska hópin um fyrireikingarnar til dystin. Øll eru við ein munn um, at rumenar fara at gera sítt fyri at svara skelkinum, ið teir fingu í Føroyum, aftur.

Tað verður trupult, men føroysku leikararnir eru til reiðar


- Tað er slett ikki meiningin at Rumenia skal tapa ímóti nøkrum - gaman í talentfullum - føroyskum dreingjum. Og tað í í øllum førum ikki meiningin at man skal tapa tvær ferðir. Og tað kann undirstrikast, at tað slett ikki meiningin at man skal tapa heima heima í Bukarest(...)
(...)
- Men vit hava brúkt nógva tíð at tosa um okkara konkretu arbeiðsuppgávur á vøllinum, og rumenarnir kunnu kortini ikki broyta so nógv frá teimum tingunum, sum vit gjørdu ordiliga væl. Teir hava til dømis ikki havt tíð at uppfinna nýggjar fótfintur.
So um vit klára at loysa okkara uppgávu á so høgum støði aftur, so verður tað trupult hjá rumenunum, sigur føroyski landsliðsvenjarin millum annað.

Vit bjóða í kvøld ein bonus-Rumenia-podd, har vit hoyra úr føroysku landsliðsleguni, og ringja til gestavertin, Andrias Eriksen.

Lurta á spælaranum niðanfyri - ella far inn á trok.fo/lurta, ella leita eftir trok.fo har tú lurtar eftir podvarpi.




Comments


bottom of page