• Sjúrður

Lurta: Góður hýrur og spenningur í landsliðsleguni

EM-undankappingardystur: Føroyar - Eysturríki

Mikukvøldið klokkan 19.00 (Beinleiðis á FM1 og í sjónvarpinum - Men helst í høllini!)


(Mynd: Harald Bjørgvin) Føroyska landsliðið spælir aftur EM-undankappingardyst á heimavølli mikukvøldið klokkan 19.00. Trok.fo vitjaði landsliðið eitt samdøgur áðrenn spennandi dystin



Trok.fo vitjaði við bandupptakaranum á Hotel Djurhuus, har føroyska kvinnulandsliðið heldur til, eitt samdøgur áðrenn spennandi dystin ímóti Eysturríki. Lagið var gott og vónirnar vóru góðar, tá ið trok.fo prátaði við Ninnu Katrin Johansen, Sonna Larsen, Anniku Fríðheim Petersen, Brynhild Pálsdóttir og Turið Arge Samuelsen.

Hoyr hvussu tað ljóðaði á trok.fo/lurta, ella á spælaranum niðanfyri.

Føroyar spæla ímóti Eysturríki mikukvøldið klokkan 19.00.

Sjúrður frá trok.fo sigur beinleiðis frá dystinum á FM1 saman við Brynju Høj. Vit byrja at senda klokkan 18.30, og alt frá hondbóltssendingini kann sum vant hoyrast her á trok.fo/lurta.

FM1 hoyrist beinleiðis á fm1.fo