• Sjúrður

Lurta: Ingi Olsen nøgdur við enn eitt bragd í Evropa

Updated: Jan 10

Vit ringdu til Inga Olsen eftir at H71-kvinnur fingu enn ein sigur í EHF European Cup. Úrslitið gjørdist 39-38 til H71 ímóti serbiska Naisa Nis - og harvið fingu eitt framúr útangsstøði til avgerandi heimadystin í Høllini á Hálsi næsta leygardag.


FM1 fylgdi dystinum í beinleiðis sending, og fekk eftir dystin fatur á Inga Olsen, sum var fegin um enn eitt bragd - hóast liðið var avbjóðað av einum tveimum heilt sterkum leikarum úr Serbia.


Hoyr hvussu Ingi Olsen tók saman um dystin á spælaranum niðanfyri.

Hoyr eisini hvussu Sjúrður Hildarson Hoydal og Andrias Eriksen upplivdu dystin á trok.fo/lurta, ella á Spotify