top of page
  • Sjúrður

Kyndil vann granna- og brøðrastríð í seinasta sekundi

59:59 stóð á klokkuni, tá ið Tróndur Wardum hevði sett bóltin í netið til 26-25 til Kyndil ímóti Neistanum. Bólturin var komin til Trónd frá Kristoffuri Bjørgvin, sum hevði spælt bóltin fram við mótstøðumanninum og eldra bróðir sínum, Jóhannesi Bjørgvin.


- Eg skuldi krossa til Anders, men eg kenni beiggjan so mikið væl, at eg visti at hann ætlaði at stjala bóltin, og so sendi eg bóltin á veingin í staðin, sigur yngri bróðurin í grønum.

Trok.fo og FM1 prátaðu við brøðurnar Bjørgvin eftir dramatiska dystin, sum brast topp-4-hurðina á víðan vegg.

Hoyr hvat teir søgdu við FM1 niðanfyri:


Hoyr meira á trok.fo/lurta (trýst)

Ella á Spotify (Trýst)


Kyndil hevur nú av álvara fest í topp-4-stríðið. Støðan er soleiðis eftir dystin í dag:


Dómaraseðil

Frásøgnin á FM1 í kvøld var stuðlað av Tannlæknastovuni Lützenstrøð.

Vest Pack og Faroe Agency stuðla hondbóltinum á FM1




bottom of page