top of page
Sjúrður

Lurta: Stóra landsliðssendingin hjá trok.fo og FM1

Updated: Jan 12, 2022


Trok.fo/lurta og FM1 høvdu sunnudagin beinleiðis landsliðsupptakt. Sjúrður og Heri fingu vitjan av Hjalta Mohr Jacobsen, Teiti Joensen og Andriasi Eriksen í studionum.

Hetta hondbóltspanelið vendi føroyska hópinum og mótstøðuni og mettu um møguleikarnar hjá Føroyum á ferðini til HM 2023.


Vit vitjaðu eisini landsliðsvenjingina leygardagin, og hoyrdu frá landsliðsleikarum og venjara.


Stóru evnini í prátinum vóru, at kappingin um landsliðsplássini er størri enn nakrantíð, um Elias E. á Skipagøtu verður til reiðar til dystirnar og hvat tað merkir fyri føroysku vónirnar - og so mótstøðan, ið bíðar Føroyum. Serliga ein lettlendskur risi fyllur nógv - bæði í prátinum og á vøllinum.


Hoyr alla sendingina á spælaranum niðanfyri her:


Umframt tey fimm landsliðsprátini í sendingini prátaðu vit eisini við Trónd Mikkelsen og Jónas G. Djurhuus (Hesi prátini vóru spæld í hálvleikssteðginum tá ið H71 vunnu 39-38 á ZRK Naisa Nis) Teir báðir kunnu hoyrast her niðanfyri



Rókur Akralíð hevur vunnið á Lettlandi og Luksemborg fyrr. Hesaferð ætlar hann sær eisini at koppa Italia

Tróndur Mikkelsen er ein av yngru leikarunum, ið berjist fyri at vinna sær pláss á liðnum. 21 ára gamli bakkurin hevur havt eitt gott kappingarár í Norra

Peter Bredsdorff Larsen ger seg til reiðar til fyrstu undankappingardystirnar sum føroyskur landsliðsvenjari

Pauli Jacobsen nærkast sínum fyrstu A-landsdystum. Hann sigur millum annað, at hann fyri fyrsti ferð í tvey ár, kennir seg púra skaðafrían

Kjartan Johansen: "Vit skulu víðari, ella verði eg svakur"

Elias Ellefsen á Skipagøtu fylti sum vera man nógv í stóru hondbóltssendingini; stóri spurningurin er, um hann fær spælt landsdystirnar

25 ára gamli Jónas G. Djurhuus er longu ein av royndastu leikarunum á landsliðnum. Eisini hann er spentur

Comments


bottom of page