top of page
Sjúrður

Lurta: Neistin vann umráðandi sigrar á StÍF

FM1 segði frá bæði SMS- og BURN-deildardystinum ímillum Neistan og StÍF


Hoyr samanumtøku, kjósan av dagsins leikarum og prát við Petru Larsen, Marius Joensen, Rasmus Søby og Svein Justinussen eftir at alt var liðugt.


Tað var mest spennandi í kvinnudystinum, har StÍF hevði munin allan fyrra hálvleik, og fekk eisini sínar møguleikar at fáa okkurt burtur úr ímóti dystarenda. Men Jovana og Neistin vóru ov stinnar, so Neistin vann 23-21.

Lurta niðanfyri hvussu vit tóku saman um saman við Petru Larsen úr Neistanum og Mariusi Joensen úr StÍF.


Hjá monnunum hugsaðu vit eina løtu, at menninir hjá StÍF fóru at hevna tapið hjá kvinnunum, tí at StÍF var á odda 5-0 eftir lítlari løtu. Men Neistin fekk steðgað Bjarna í Selvindi og StÍF - og dysturin kendist avgjørdur longu eftir fyrra hálvleik. Dysturin endaði 36-29 til Neistan.

Lurta niðanfyri eftir rokaligari samanumtøku, tí at vit høvdu eitt eyga á spennandi dystinum í Klaksvík, sum KÍF vann 22-21.

Vit prátaðu við Rasmus Søby og Svein Justinussen.




Hoyra meira við at trýsta á myndina niðanfyri:


Comments


bottom of page