top of page
Sjúrður

Lurta: VÍF ovast á stigatalvuni, hóast Kyndil argaði í eitt korter(FM1)



Ella á spælaranum niðanfyri:




Kyndil byrjaði dystin øgiliga væl og kom fram um 5-2 eftir fyrsta korterið.

VÍF-ararnir vóru skelkaðir, men fótaðu sær, og stóðu síðani rimmarfast. Mladen bjargaði hvørjum skoti, Filip fór á flog, og við steðgin var støðan 11-5 til VÍF.

Kyndil sprellaði nakað í seinna hálvleiki og pyntaði eisini nakað um úrslitið, sum gjørdist


Eg ivaðist í um tað mundi vera Filip ella Mladen, sum var dagsins leikari hjá VÍF, tá ið eg tók saman um á FM1.


Síðani prátaðu vit við fyrrverandi VÍF-leikaran, Jákup Andrias Joensen, sum nú er í Kyndli.

Hann segði millum annað, at hann heldur at Kyndil spælir betri og betri fyri hvønn dyst, og at verjuavrikið í dag var góðkent.


At enda høvdu vit eitt áhugavert prát við Áka G. Olsen, sum var ómetaliga væl nøgdur við verjuna, hóast VÍF slepti eitt sindur ímóti dystarenda.

- Vit burdu skorað nógv fleiri mál, sigur Áki, ið eisini metir at VÍF er eitt betri lið, og fegnast um eitt nú Filip Jojic, sum spældi ein øgiligan dyst.




Stigatalvan (hsf.fo):




Comentarios


bottom of page