Føroysku u-18 kvinnurnar sum í hesum døgum eru til HM-endaspæl í Norðurmakedónia, taptu fyrsta dystin í bólkaspælinum ímóti Portugal 29-24.
Fyrri hálvleikur leikaði javnt á. Verjan stóð væl, og tað hevði við sær nógvar góðar bjargingar í føroyska málinum. Ímóti endanum av fyrra hávleiki fingu portugisar eitt hol, og høvdu eina 15-13 leiðslu tá farið var til hálvleik.
Suðurevropeisk megi
Stríðsviljin lýsti úr føroysku kvinnunum, og í fleiri løtum sá tað út sum okkara vóru væl betri fyri tekniskt og taktiskt. Hvørt fríkast sum vit gjørdu, hvørt mál, og hvør bjarging bleiv fagnað i manér. Soleiðis skal tað vera!
Portugal spældi væl í seinna hálvleiki, og tað sæst at tað ikki bert grør um gangandi fót í føroyskum hondbólti, men eisini í øðrum londum. Portugal hevur stórar og kraftmiklar leikarar, sum í løtum spældu heilt góðan hondbólt. Í verjupartinum høvdu okkara ringt við at fylgja við í løtum. Málverjin hjá Portugal hevði eisini fleiri góðar bjargingar tá okkara komu fríar. Hon fekk eisini heiðurin sum besti leikari í dystinum.
Verjuserfrøðingur og brotskastskjútti
Í hondbólti er ofta lætt at gloyma góð verjuavrik. Tær sum standa og oksa í miðverjuni ein heilan dyst, verða ikki altíð róstar sum tær hava uppiborið.
Hjá okkum er heppi. Vit sleppa ikki undan at nevna Lukku Arge, sum stóð í miðverjuni so at siga allan dystin, og eisini bleiv toppskjútti í dystinum. Tað er ikki hvønn dag at verjuserfrøðingurin sum verður skift út í álopsstøðu endar sum mest skorandi leikarin í dystinum. Ein stuttlig søga hjá okkara kvinnum. Lukka Arge endaði við at skora heili 10 mál, øll uttan eitt upp á brotskast, har hon fekk returbóltin í hendurnar og skoraði. Samstundis avrikaði hon flott í verjuni.
Avrikið í dag boðar frá at okkara kvinnur skulu takast fyri fult hjá komandi mótstøðuliðum. Næsti dystur verður spældur sunnudagin 31. juli ímóti Danmark. Tann dysturin byrjar klokkan 17.20. Málskjúttar hjá Føroyum:
Comments