top of page

Myndir av legenduni Steffan Olsson

Harald

Seinri í mars mánað fyllur hesin maðurin 60 ár. Vit sum eru hálvgomul minnast hann sum høgra bakk á Svenska landsliðnum, har hann undir leiðslu av aðari legendu, Bengt Johansson, (f.1942 d.2022) varð við til at vinna mangt steypið.


Steffan hevur vunni HM tvær ferðir, EM fýra ferðir og í OL hevur hann vunni trý silvurheiðurstekin. Av liðum sum Steffan Olsson leikti við er helst THW Kiel tað stórsta, har hann leikti frá 1996 - 2003.


Tað er nakað serligt at síggja tílíkar persónligheitir so nær hjá, tí valdi eg at taka fleiri myndir av honum hendan dagin í stórhøllini við Tjarnir, har hann varð høvuðsvenjari hjá Hollandi.


Haldi hann hevur uttan yva sæð nógv upp til sín fyrrverandi landsliðsvenjara, tí hann vísti allan dystin sítt róliga lyndi, eins og Bengt Johansson altíð gjørdi. Hetta hevur hann tikið við sær víðari fram á leið.





















Commentaires


  • TROK á Instagram
  • Facebook
  • iTunes
bottom of page