top of page

Myndir: HM í Týsklandi fyri U21 menn. Føroyar - Angola 34-21 (18-8)

  • Harald
  • Jun 20, 2023
  • 1 min read

Updated: Jun 22, 2023

Føroyska liðið byrjaði sera væl í U21 HM hjá dreingjum við at vinna greiðan sigur á Angola, samstundis, sum allir leikarar komu ígongd við góðum avrikum

Harald Bjørgvin er til staðar í Magdeburg og hevur tikið hesar myndir:


ree
Pauli Høj prátar við familjuna

ree
Føroysku venjararnir saman við Elini Heðinsdóttir Joensen, forseta í ÍSF, Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum og Gunn Ellefsen, forkvinnu í HSF

ree
Hákun West av Teigum er vanur at skriva autografar

ree

ree
Bjarni í Selvindi var óheppin í einum nærdysti og fekk hol á høvdið

ree
VÍF-ararnir, Kristoffur Bjørgvin og Kristian Jensen spældu báðir ein góðan dyst

ree
landsliðini hava altíð góðan stuðul frá fjepparum - komandi dagarnar koma enn fleiri føroyingar til Týsklands at hyggja

ree
Og føroyingarnir takka fyri stuðulin

ree
Føroyar takka mótstøðuliðnum fyri dystin - tað var stórur munur á liðunum í dag

ree
Bogi Hansen avloysti væl á høgri vongi

ree
Sasha Lacok stóð sera væl í føroyska málinum

ree
Øll byrjanaruppstillingin sum hon var, slapp at hvíla allan seinna hálvleik

ree
Pauli Høj fær góðan skotvinkul, hóast trongt pláss í horninum

ree
Sveinur Olafsson og føroyska verjan føroyska verjan høvdu gott tak á skjúttunum í dag

ree
Brian Slyne kom inn og sýndi sítt hegni væl fram við snildum skoti

ree

ree
Rói á Skipagøtu hevði høvuðsleiklutin í føroyska álopinum í seinna hálvleiki

ree
Stóra høllin í Magdeburg tekur 7.500 áskoðarar og er von at hýsa størstu stjørnunum í heiminum. Sunnudagin vann mansliðið úr Magdeburg Champions League

ree
Elias E. á Skipagøtu gjørdi skjótt av. Spønaði mótstøðverjuna sundir, og setti seg á bonkin tá ið dysturin tíðliga var avgjørdur. Hann kom tó inn og settu øll brotskøstini trygt í netið

ree
Tað er skjótt at koma illa fyri í hondbólti - Bjarni í Selvindi fekk eitt nú ein alboga í andlitið og mátti seymast

ree

 
 
 

Comments


  • TROK á Instagram
  • Facebook
  • iTunes
bottom of page