• Sjúrður

Pætur til Svøríkis


(Mynd: Harald Bjørgvin) Pætur Mikkjalsson skoraði fimm mál ímóti Týsklandi herfyri

Pætur Mikkjalsson hevur skrivað sáttmála við AMO HK í næstfremstu svensku deildini.


Svenska liðið var eittans stig frá uppflyting í ár, og hevur nú heitt á føroyska strikuleikaran og miðverjan fyri at røkka fremstu deildini komandi ár.


Pætur Mikkjalsson hevur áður umboðað Neistan og H71 í Føroyum áðrenn hann fór til SUS Nyborg í Danmark og síðani KA í Íslandi.


Hann skifti úr KA aftur til H71 í vár, og fer altso nú til AMO HK í Svøríki.


Les meira á H71.fo