top of page
Sjúrður

Pauli, Pætur og StÍF við góðari byrjan í BURN-deildini


Mansliðið hjá StÍF hevur vunnið tríggjar av fyrstu fýra dystunum í Burn-deildini í ár.

Eitt tap í Vestmanna er einasta líti - tí við sigrum á Team Klaksvík, Kyndli og H71 eru greið tekin send um at StíF ætlar at troka seg framat í toppinum av Burn-deildini.


Eftir sigurin á H71 fingu vit orðið á eitt av av teimum heilt spennandi StÍF-stjørnusskotunum, Paula Rasmussen. Afturat honum var Pætur Barclay - umboðandi royndaru leikararnar kunnu vit siga.


Prátið, ið sæst á spælaranum omanfyri - fór fram beinleiðis á live.hsf.fo.


Pætur, Pauli og hinir í StíF spæla ímóti Neistanum á Skála sunnudagin klokkan 16.

Dysturin kann síggjast í høllini og á live.hsf.fo



Comments


bottom of page